Murakami 73 ár

12.01.22

Í dag, 12. Januar 2021, fyllir japanski rithøvundurin Haruki Murakami 73 ár.


Murakami er víðakendur fyri sínar skaldsøgur, stuttsøgur og tekstir av øðrum slagi. Best kendar eru ivaleyst bøkurnar The Wind-Up Bird Chronicle, Norwegian Wood, Kafka on the Shore og 1Q84. Bøkurnar hjá Murakami teljast millum bestu bøkur yvirhøvur bæði í Japan og í altjóða høpi, og er hann heiðraður við alskyns virðislønum fyri sín skaldskap.


Í sínum skaldsøgum arbeiðir hann við ymiskum sjangrum sum fantasy og science fiction, og serliga er tað magiska realisman, sum eyðkennir hansara skaldsøgur.


Bøkurnar hjá Murakami eru týddar yvir í á leið 50 mál. Á føroyskum eru útkomnar Tá eg tosi um at renna og Sunnanvert markið og vestanvert sólina, sum Pauli Nielsen týddi.


Murakami verður lýstur sum ein stillur maður, ið sjáldan úttalar seg til miðlar. Niðanfyri eru 8 skjót fakta savnað um føðingardagsbarnið.


1. Basebóltsdystur var íblástur til skrivingina

Murakami fekk íblástur til at fara undir at skriva, eftir at hann hevði sæð ein basebóltdyst. Tað var einki serligt bragd, ið varð framt undir dystinum. Hann fekk bara brádliga tankan, at um aðrir kunnu spæla basebólt, kundi hann eins væl læra seg at skriva bøkur. Sama kvøld setti hann seg at skriva sína fyrstu bók.


2. Skrivaði fyrst á enskum

Hóast hansara móðurmál er japanskt, royndi hann seg fyrst við at skriva á enskum. Men hann var ikki stinnur í enskum, og hann hevði trupult við at fáa tekstin at sita. Hann skifti yvir til japanskt, men er kortini fegin um tær royndirnar, hann gjørdi sær við tí enska, tí tað var ikki til fánýtis, men ein áhugaverd roynd.


3. Ein týðari – tó ikki av egnum bókum

Murakami er sjálvur týðari og hevur týtt nógvar bøkur gjøgnum árini – tó ikki sínar egnu. Hann hevur fastar týðarar, sum hann samstarvar við um einstøk orð á japanskum.


4. Lesur bert týðingar – ongantíð upprunaverkini

Tá Murakami endurlesur egnar bøkur, er tað sjáldan á upprunamálinum. Hann lesur bert týðingar av sínum egnu bókum. “Eg haldi tað vera stuttligt at lesa mínar egnu bøkur, júst orsakað av frástøðuni til upprunaliga tekstin”, skal hann hava sagt.


5. Ein høvundur uttan ætlan

Nógvir høvundar arbeiða eftir einari ætlan, sum teir nýta nógva tíð uppá. Men ikki Murakami. Hann arbeiðis bert ‘intuitivt’.


6. Ein kettumaður

Tey, sum kenna Murakami, hava lagt merki til ketturnar í hansara bókum. Murakami er kettumaður og hevur altíð havt kettu, síðani hann var smádrongur, og tí eru tær eisini at finna í hansara bókum. Tær hava ongan týdning fyri søgurnar annars.


7. Einki evstamark

"Tá hon er liðug, er hon liðug. Áðrenn tað er hon ikki liðug", segði hann við The Guardian. Murakami trívist ikki við at nøkrum evstamarki. Hann avger, nær søgan er liðug.


8. Frúan hevur týdning

Kona Murkakami, Yoko Takahashi, hevur stóran týdning fyri hann og arbeiði hansara. Yoko Takahashi er ikki einans hansara fyrsti lesari av øllum hansara verkum. Hon er eisini eitt slag av mentor, sum sigur til, tá hann má gevast við einum teksti.


Kelda: bustle.com 

Mynd: Mentorless.com