Málverjin og havið – stuttlig og innilig

15.09.20

Málverjin og havið er ein bók um lívið á markinum til tannárini í eini lítlari norskari bygd. Maria Parr, sum ofta verður samanborin við Astrid Lindgren, hevur skrivað eina inniliga og stuttliga søgu um vinalag, sambond millum ættarlið, forelskilsi og tey stríðini, sum bæði børn og vaksin mugu ígjøgnum viðhvørt. Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókini Vafluhjørtu.


Ein nýggjur fótbóltsvenjari ger lívið trupult fyri tólv ára gamla málverjan Lenu Líð. Í grannahúsunum hugsar Trilli um, hvussu hann skal fáa ta nýggju gentuna í flokkinum at varnast seg. Og á sjónum baksast abbin sum vant uttan at hugsa um, at hann er blivin gamal. Hetta árið mugu tey stríðast, Lena, Trilli og abbin, bæði við seg sjálv og við náttúrukreftirnar. Tí hvat skalt tú gera, tá tað bara er mótvindur, og eingin leggur í tað, sum tú dugir? Tú kanst í øllum førum ikki geva upp. Tí, sum Lena Líð sigur, tá nógv stendur á: Halló! Nú mugu tit sørinkvalimeg vakna!


Brellbiti:

Hvør hevur verið málverji?
Eg gapaði. Hvussu kundi hann ikki vita tað? Øll í bygdini vita, at Lena stendur í málinum hjá dreingjunum. Nú steig hon inn í ringin við málmanshandskum á hondunum og hugdi treisk upp á mannin í svarta venjingarbúnanum.
– Eg.
– Bara tú?


Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókini Vafluhjørtu.


Aðrar bøkur eftir Mariu Parr á føroyskum:


Vafluhjørtu

Í bókini fylgja vit Trilla og Lenu gjøgnum lív og vafludeiggj í eitt heilt ár. Mangan gongur tað vilt fyri seg í lítlu víkini, har tey búgva. Tey gera rennistrong millum húsini, spæla annan veraldarbardaga og framføra tónleik á gøtuni. Tá er gott, at tey hava sovorðin sum abban og tey at fáa skil á øllum aftur. Men hvat nú, um okkurt er, sum ongin fær skil á aftur?


Tonja Gliturdal

Besti vinur Tonju er tann tvitni 74 ára gamli Gunnvald, og tey bæði kenna hvørt annað bæði út og inn. Ella gera tey nú tað? Tá Gunnvald endar á sjúkrahúsi við brotnum beini, kemur Tonja fram á, at hann hevur hildið okkurt sera týdningarmikið loyniligt fyri henni, og hetta er um at forkoma tí góða lívinum í Gliturdalinum.


Hent at vita

Rithøvundur: Maria Parr

Evni: vinalag, forelskilsi, familja

Slag av bók: skaldsøga

Hvør skal lesa: um tær dámar bøkur um veruliga lívið, sum bæði eru stuttligar og syrgiligar viðhvørt, og um tær dámar bøkurnar hjá Astrid Lindgren

Týðari: Ása H. Ellefsen

Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Síður: 264 síður

Aldursbólkur: 9-13 ár