Máltøka hjá børnum

04.11.22

Í døgunum 21.-22. november verður ráðstevna um lesing og málmenning hjá børnum. Í tí sambandi verður áhugaverd ráðstevna við granskarum innan máltøku hjá børnum í Kongshøll mánadagin 21. november.  


Ráðstevnan byrjar klokkan 8.45, og tey, sum halda fyrilestrar, eru hesi:

Sissal M. Rasmussen: “Innleiðsla og samanumtøka”

Justin Markussen-Brown: “Læseparathed hos to- og flersprogede børn i dagtilbud”

Laila Kjærbæk: “Sprogindlæringsmiljø, -interaktioner og -muligheder”

Marit Clausen: “Tilegnelsen af sproglyde og lydlig opmærksomhed samt betydningen af disse for læsetilegnelsen”

Carsten Elbro: ”Sproglige forudsætninger for læse- og stavetilegnelse”.


Enn eru nøkur fá pláss eftir. Melda til luttøku her.


Harafturat verður eitt tiltak í Runavík týskvøldið 22. november kl. 19.30. Tá verður møguleiki at hoyra ein áhugaverdan fyrilestur við Lailu Kjærbæk, lektara, sum í sambandi við ráðstevnuna um málmenning og lesing fer at hava ein fyrilestur á Bókasavninum við Løkin. Fyrilesturin snýr seg um at skapa góðar umstøður fyri málmenning hjá børnum. 

Fyrilesturin er almennur, og øll við áhuga fyri máli og málmenning eru vælkomin.

Fyrilesturin er á donskum.


Les eisini: Soleiðis kunnu vit tosa um myndabøkur


Tað eru Fróðskaparsetur Føroya, UMMR og Føroyar lesa, ið stuðla ráðstevnuni.


















Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo