Luddi og Lundisa: Søgan byrjaði í lundalandinum í Mykinesi

Nú triðja bókin um Ludda og Lundisu er komin, hava vit prátað við Vár Berghamar Jacobsen um tað heldur sjáldsama søgusamstarvið millum hana og italska myndprýðaran, Deliu Ciccarelli. Vár hevur verið hugtikin av lundanum, síðan hon var smágenta. Triðju ferð hon vitjaði lundalandið í Mykinesi, varð dreymurin um at skriva eina barnabók um lundar til veruleika


Vár Berghamar Jacobsen er ein teirra, sum í heilt serligan mun hevur brent fyri føroyskum mentanartilfari til børn. Í 2018 kom fyrsta barnabók hennara Luddi & Lundisa út, og sama ár fekk hon eisini Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar Býráðs.


Vár er uppvaksin í einum heimi við nógvum barnabókum. Pápin fortaldi søgur, mamman las bøkur, og omman segði frá føroyskum ævintýrum. Serligi áhugin fyri lundum byrjaði longu, tá hon sum smágenta hoyrdi abba sín siga frá lundanum í Lítla Dímun. Hon bleiv beinanvegin hugtikin av hesum fuglinum og setti seg at tekna fuglar í hópatali. 

- Men havnargentan, sum var von við smáfuglin í høvuðsstaðnum, hevði ongantíð sæð lunda, so fuglarnir á pappírinum vóru brúnir við gulum nevi, greiðir Vár flennandi frá. 


Nøkur ár seinni var hon tó so heppin at sleppa út í lundalandið í Mikinesi fyri fyrstu ferð. Ein mykinesmaður var ferðaleiðari og lirkaði ein lunda úr síni holu, fyri at tey skuldu sleppa at síggja hann heilt nær. Tað var nakað heilt serligt at hoyra eyðkendu áanina innan úr holuni og at síggja gongulagið, litirnar og forvitna eygnabráið í lundanum.


Sum vaksin var Vár aftur í Mykinesi, og tað var eitt ár við óvanliga nógvum lunda. Aftur var hetta ein heilt serlig uppliving fyri Vár, og tá byrjaði hugurin at skriva um lundapisurnar. Hon skrivaði eitt sindur tey næstu árini, og tað bleiv til tilfar í Barnaútvarpinum, har Vár starvaðist um tað mundið.


Vár slepti tó ongantíð ætlanini um at skriva eina barnabók um lundarnar, og tá hon nøkur ár seinni fyri triðju ferð vitjaði í Mykinesi, bleiv hugskotið av álvara skotið í gongd. Tí mitt í lundalandinum møtti hon italska myndprýðaranum Deliu Ciccarelli, sum var eins hugtikin av lundunum sum Vár. Hetta var eisini triðja ferðin hjá Deliu í Mykinesi, og tað vísti seg, at tær báðar høvdu verið har úti, júst tey somu árini. Triðju ferð møttust tær og fóru undir samstarvið um myndabøkurnar.


Síðani byrjaði ein long tilgongd, Vár í Føroyum og Delia í Italia, har tær samskiftu um lyndiseyðkenni, útsjónd og søgugongd. Úrslitið var, at fyrsta bókin Luddi & Lundisa kom út í 2018 á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Bókin varð sera væl móttikin og bleiv útseld og uppafturprentað eftir stutta tíð. Summarið 2019 kom onnur bókin, Luddi & Lundisa spegla sær, har vit aftur sluppu at síggja heimin úr forvitnisliga lundasjónarhorninum. Í hesi søguni er sjógvurin spegilsblankur, og lundapisurnar síggja seg sjálvar og heimin rundan um seg speglast. Lundapisurnar fara eisini fyri fyrstu ferð veruliga út at flúgva.


Í nýggju bókini kemur ferðavinnan inn í søguheimin á ein stuttligan hátt, tá lundarnir fyri fyrstu ferð síggja eina tyrlu. Luddi og Lundisa halda nevnliga, at tyrlan er ein risastórur og løgin fuglur – ein risapisa. Í hesi bókini hoyra vit eisini um føroyskar blómur og súluna, sum eisini býr í Mykinesi.

Skemt, rím og endurtøkur eru afturvendandi í bókunum, og hetta er nakað, sum Vár hevur lagt dent á fyri at møta teimum smáu børnunum, har tey eru, og fyri at spæla við teirra málsliga forvitni. Í bókunum síggjast mong orð og máliskur, sum hava við lundar at gera, eitt nú orð sum “lundaland” og ein “lundaringur”, at lundin “áar”, og tiltøk sum “á, segði lundin og kavaði” og “sum fuglur við alljósan dag”. Hetta hevur Vár tilvitað gjørt fyri at bera orðini víðari til børn og ung foreldur í dag. Børn í Føroyum kenna ikki bara lundapisurnar úr bókunum, tí talan er um eina fjøllistaliga verkætlan, sum eisini fevnir um sjónleik, har Vár hevur fleiri leikarar afturat sær. Á henda hátt hevur hon viljað givið lundunum eitt annað lív og givið børnunum eina øðrvísi uppliving av lundalandinum. Í sambandi við nýggju bókina hevur leikbólkurin VEIA framleitt ein nýggjan barnasjónleik, sum verður frumframførdur á Bókadøgum. 


Men bókin kann tó nakað heilt serligt, sigur Vár.

–  Ein bók er so góð, tí tú kanst sita og fordjúpa teg í henni, og ongin annar ger av, hvussu skjótt tú skalt blaða. Tú kanst hyggja at tí somu myndini, so leingi sum tú vilt ella lesa ta somu síðuna aftur og aftur.

Vár hevur lagt seg eftir at fáa sjónarhornið hjá barninum fram, sum er nýtt í verðini og upplivir og sær so nógv fyri fyrstu ferð. At dvølja við, hvussu fantastiskur heimurin, sum vit vaksnu eru so von við, í veruleikanum er. Vár greiðir frá, at hóast søgan er einføld, so eru mong løg til staðar í henni. Eins og Vár og Delia hittust í lundalandinum, hittast Luddi og Lundisa eisini og gerast vinir.


– At møta onkrum, sum at byrja við er fremmandur, men síðani kann blíva ein góður vinur. Tað er rættiliga fantastiskt. Tað er ikki so lætt hjá øllum at finna vinaløg, men viðhvørt skal man bara taka av møguleikanum, sum er beint framman fyri sær.


Bøkurnar kunnu tí sigast at hava ein ógvuliga lívsjáttandi kjarna: tað er nógv gott, sum bíðar eftir tær, um tú torir at koma út úr holuni – í hesum førinum ein vakur heimur og góð vinaløg.

1/0

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2020 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo