Lesing umborð: - Hobbin fær tíðina at flúgva avstað

16.03.21

Umborð á trolaranum, Gadus, hava tríggir ungir mans funnið sær eitt felags undirhald fyri at stytta sær um stundir umborð. Alfred Eliasen, Jóannes Rein Magnason og Jónas Hansen eru farnir at lurta eftir ljóðbókum. Eftir at hava lurtað eftir einum ótali av tónleiki, poddvørpum og øðrum, funnu teir tríggir vinmenninir umborð uppá at fara undir ljóðbøkurnar J. R. R. Tolkien.

- Í løtuni eru vit í holt við aðru bók í Lord of the Rings røðini. Okkum dámar væl filmarnar og funnu so uppá at fara undir ljóðbøkurnar. Vit byrjaðu við Hobbanum og eru nú komnir til aðru bók í røðini Lord of the Rings røðini. 

Teir tríggir sjómenninir lurta eftir ljóðbókunum á Spotify, har teir hava funnið upplestur av bókunum við ymsum røddum og ljóði, sum er sett til.

Gadus fiskar í løtuni í norskum sjógvi, og túrarnir kunnu vera drúgvir, upp í 10 vikur. 

- Vit arbeiða í 6/6 vaktum, og vit lurta bert, tá vit arbeiða. Og tá vit fara til arbeiðis, tendra vit í senn á hvør sínari telefon, so vit fylgjast. Vit kunnu gott lurta í 2-3 tímar í senn. So vit hava eitt sindur at tosa um, tá vit hava frí. Tíðin gongur nógv skjótari, og tað er spennandi at lurta eftir einari bók á hendan hátt.

Lesingin gongur so mikið skjótt, at teir tríggir sjómennirnir vænta at klára triðju og seinastu bókina í røðini, áðrenn teir eru heima aftur.