Lesimánaður í nýggja skúlanum

19.04.22


Marsmánaður var árligi lesimánaðurin í Fuglafjarðar skúla. Skúlin ynskir fyrst og fremst at seta fokus á lesing, og harafturat er lesing góð venjing í at hugsavna seg.


Í Fuglafjarðar skúla hava tey í nógv ár sett ein mánað av um árið, har tey hava lagt serligan dent á lesing. Sum oftast er lesimánaðin í februar, men í ár var hann hildin í mars orsakað av royndum og at tey fluttu í nýggja skúlabygningin.


- Sum skúli hava vit eitt ynski um at seta lesing og lesigleði í miðdepilin. Harafturat er lesing góð venjing í at hugsavna seg. At lesa hvønn dag ger at tú flytur tú teg skjótt í bókini, greiðir Rannvá Hansen, varaskúlastjóri, frá.


Lesingin hevur verið skipað soleiðis, at tímar eru settir av í tímatalvuni, soleiðis at næmingarnir hvønn dag brúka fyrsta felagstíma til lesing.


- Lesingin hevur verið skipað sum frílesing, og hvør flokkur hevur fingið hvør sín bókakassa frá bókasavninum her á skúlanum og frá Námi. Saman við bókavørðunum hava vit kunnað um flokssett á bókasavninum, og so hava vit í sambandi við morgunsangin kunnað um viðkomandi bøkur.


Tað hevur staðið øllum næmingum frítt at velja sær eina bók eftir egnum ynski, og fleiri hava eisini tikið bók við heimanífrá. Lesiløturnar hava næmingarnir kunnað sitið og lisið ymsa staðni í nýggju hølunum, og lærararnir hava eisini havt søguløtur fyri teimum yngru næmingunum.


Lesimánaðurin er væl umtóktur av flestu næmingunum. Tey yngru verða eggjað til at seta seg við myndabókum og krabbabókum, og tey eldru lesa sjálvi. Tað er ikki so vanligt at lesa upp fyri eldru næmingunum, tó heldur varaskúlastjórin, at tað kann gagna lesingini at lesa upp fyri næmingunum í eldru flokkunum.


- At lesa upp fyri næmingunum er nakað, sum heilt víst riggar. Eisini í eitt nú 8. flokki. Tað gevur nakað fyri samlaðu upplivingina at lesa eina søgu upp fyri flokkinum, og so at steðga á við tey støðini, har okkurt er viðkomandi at tosa um. Tað kann føra til góðar og spennandi samrøður í flokkinum.


Flokslærararnir hava ført logg yvir lesingina í flokkunum, og í næstum skal lesimánaðurin eftirmetast á skúlanum. 


Myndirnar hevur Eiler Hansen, lærari, tikið.