Lesikvøld við soviposum og suppu

04.03.22

Við teppum, koddum og soviposum hittast næmingar, avvarðandi, familja og starvsfólk til árliga Lesikvøldið á Frískúlanum á Velbastað. Endamálið er at stimbra lesingina og lata næmingarnar uppliva eina hugnaliga løtu, har børn og vaksin seta seg niður at lesa saman.


Í farnu viku var árliga Lesikvøldið á Frískúlanum á Velbastað. Lesikvøldið er eitt tiltak, har næmingar, avvarðandi og starvsfólk í Frískúlanum hittast fyri at lesa saman. Í tí dagliga verður lisið nógv í sjálvlestrarbókunum, sum næmingarnir lesa í bæði í skúlanum og í frítíðini, men kortini hevur Frískúlin seinastu árini skipað fyri serstøkum lesikvøldi, sum vanliga er í februar.


- Hetta hevur ikki verið gjørligt undir korona, og tí var tað dupult so gott at sleppa at lesa saman aftur í ár, sigur Beinta Johannesen, sum situr í stýrinum fyri skúlan.


Hon greiðir frá, at Lesikvøldið øll árini hevur verið væl stuðlað av foreldrum, systkjum og eldri ættarliðum, ið trúliga møta upp til Lesikvøldini. Á skúlanum ganga næmingar í 1.-6. flokki.


Ætlanin við Lesikvøldinum er at stimbra og stuðla lesingini, og at næmingarnir sleppa at uppliva eina hugnaliga løtu, har bæði børn og vaksin seta seg niður at lesa. Kvøldið verður skipað soleiðis, at hølini verða býtt í lesibólkar alt eftir, um ein vil lesa hart ella innantanna ella um lisið verður upp fyri børnum, ið ikki duga at lesa sjálvi.


- Kvøldið byrjar kl. 18.30 og tað er stuttligt at síggja, hvussu skjótt øll finna sær sess og kasta seg yvir bøkurnar. Umleið klokkan 19.30 er suppa frá Agnieszku og ein drekkamunnur við skúlabakaðum køkum at fáa í køkinum. Har kunnu lesarar eisini taka ein steðg frá lesingini og t.d. fáa sær vatn, te og kaffi. Kantinuprátið er sjálvandi lágmælt, so tað ikki órógvar lesararnar í Útistovu, sum er næst køkinum, greiðir Beinta frá.


Tey flestu hava ein soviposa, teppi, kodda ella annað við at balla seg í, meðan tey lesa. Tað ger tað eitt sindur eyka hugnaligt. Og øll eru samd um, at Lesikvøldið er hugnaligt og nakað, vit síggja fram til og gleða okkum til hvørt ár.


Í ár høvdu næmingarnir gjørt fleiri flott bókatrø við íblástri úr bókum, og herrópið “Kom og les” slapp eisini upp í part.


- Vit plaga eisini at skriva bókaheiti og rithøvund á hvør sítt pappír og hanga tað upp í kantinuni, men í ár gloymdu vit tað;)


Sí fleiri myndir í myndasavninum niðanfyri.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo