Lær um tíð og støddir við gronutu mariuhønuni

Amerikanski rithøvundurin og myndprýðarin Eric Carle (1929) gjørdist heimskendur fyri smábarnabókina, sum á føroyskum eitur Hin svanga ormveran. Eric Carle hevur ein sermerktan stíl og brúkar í sínum bókum serliga kollasju og hondmálað pappír, sum hann sker og skapar til lýsandi og litríkar myndir. Eitt annað eyðkenni í bókunum er, at tær bæði siga eina søgu og samstundis læra barnið um eitt nú tøl, dagar, skap, tíð og litir.


Gronuta mariuhønan er nýggjasta bókin eftir Eric Carle á føroyskum. Hetta er søgan um eina mariuhønu, sum altíð er óblíð, hóast onnur eru blíð við hana. Henni dámar ikki at geva nøkrum nakað, og hon heldur, at hon er betri og størri enn hini. 


Vit fylgja mariuhønuni ein dag frá morgni til myrkurs. Fyri hvørja hending verður sagt, hvat klokkan er, og ein klokka er eisini á øllum síðunum. Ígjøgnum dagin møtir hon kyktum og djórum, sum gerast størri og størri, og hvørja ferð spyr hon, um tey vilja berjast. Men í síðstu løtu angrar mariuhønan tað og heldur leiðina víðari. 


Tá dagurin er liðugur, er gronuta mariuhønan illa fyri, og hon endar á sama stað, sum hon byrjaði. Har møtir hon einari blíðari mariuhønu, og hon verður glað, tá hon bjóðar henni at eta blaðlýs frá sær. Í søguni um gronutu mariuhønuna lærir barnið um tíð, støddir, skap og siðir.


Hin svanga ormveran

Í hesi bókini kann barnið fylgja ormveruni frá tí, at hon er eitt lítið egg, til hon ein dagin flýgur av stað sum ein vakur firvaldur. Hvønn dag etur ormveran nógv. Mánadag etur hon seg gjøgnum eitt súrepli, týsdag tvær perur, mikudag tríggjar blommur, og soleiðis heldur hon á alla vikuna. Sunnudag er hon ikki svong longur, og nú fer hon at broytast.


Hent at vita

Rithøvundur og myndprýðari: Eric Carle

Slag av bók: pappbók við sniðskornum síðum

Aldursbólkur: 0-3 ár

Týðari: Turið Kjølbro

Síður: 38 síður

Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags

1/0

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo