
Kavin kom
22.12.20
"Kavin kom í morgun
Legðist uttan ljóð
Doyvdi allar litir
Fjaldi tína slóð
Kavin kom í morgun
Legðist uttan ljóð.
Veikt sum andadráttur
Fjart sum veingjasuð
Kennist tú enn hjá mær,
Men hvar ert tú nú?
Veikt sum andadráttur,
Fjart sum veingjasuð.
Ljós á myrkum havi
Skip, ið søkja havn.
Mitt í mannamúgvu,
Teski eg títt navn.
Ljós á myrkum havi,
Skip, ið søkja havn".
("Kavin kom", Lat meg goyma teg, eftir Martin Joensen, Sprotin, 2006 (1990))
