Kava niður í gandaheimin hjá Rowling við nostalgi ella forvitni

14.09.20

Meiri enn tíggju ár eru liðin, síðan seinasta bókin í røðini um Harry Potter varð útgivin. Tær sjey bøkurnar slógu tá øll sølumet og vunnu fleirfaldan heiður. Fjepparar kring heim elskaðu bøkurnar; meiri enn 450 milliónir eintøk eru seld, og eru bøkurnar týddar til heili 78 mál og gjørdar til 8 stórfilmar. 


Rithøvundurin handan bøkurnar, J.K. Rowling, hevur umframt tær sjey skaldsøgurnar skrivað tríggjar fylgibøkur, ið upprunaliga vóru útgivnar til vælgerandi endamál. Ein teirra er Undursom djór og har tey eru. Í hesi frásøgn ber til at lesa meiri um kentaurar, griffar, einhyrningar og allar hinar verurnar og dýrini, sum hoyra gandaheiminum til.


Harry Potter og bannsetta barnið skal eisini nevnast millum ritverkið hjá Rowling. Hetta er eitt leikrit, sum tekur í aftur endan av sjeyndu bók og heldur fram. Hesin leikur snýr seg við øðrum orðum um ein vaksnan Harry Potter og um børn hansara, sum byrja at ganga í gandaskúlanum, Hogwarts.


Harry Potter og bannsetta barnið og Undursom djór og har tey eru eru útgivnar á føroyskum. Soleiðis kann føroyski lesarin – bæði tann vaksni og tann ungi - trína inn (aftur) í heimin, har Harry á sinni bardist móti basiliskum, spældi quidditch og lærdi seg gandarímur. Hetta er ein heimur, sum mong fóru at elska fyri meiri enn tjúgu árum síðani og við sorgblídni søgdu farvæl við fyri meiri enn tíggju árum síðani. Nú kunnu vit øll aftur kava niður í henda sama heim – verið tað við einum nostalgiskum lyndi ella einum forvitnum barnalyndi.


Les meiri um báðar bøkurnar niðanfyri – og um tær nýggju myndabøkurnar hjá Jim Kay við upprunaligu Harry Potter-søguni.


Harry Potter og bannsetta barnið

Harry Potter og bannsetta barnið varð framførdur á palli í West End leikhúsinum í London í 2016. Leikritið varð útgivið eftir framførsluna, og byggir tað á eina nýggja upprunasøgu hjá J.K. Rowling, John Tiffany og Jack Thorne.


Harry Potter er 37 ár, arbeiðir fyri Gandamálaráðið, og saman eiga hann og konan, Ginny, trý børn í skúlaaldri. Harry stríðist við sína fortíð, samstundis sum yngsti sonurin, Albus, stríðist við byrðarnar av familjusøguni. Tá ið fortíðin og nútíðin renna saman á ófrættakendan hátt, læra bæði pápi og sonur ótespiliga sannleikan, at viðhvørt dagar myrkrið fram á óvæntaðum støðum.


Hent at vita

Upprunaheiti: Harry Potter and the Cursed Child

Skrivað hava: J.K. Rowling, John Tiffany og Jack Thorne

Týðari: Bergur Rasmussen

Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Útgávuár: 2018

Tal á síðum: 383


Undursom djór og har tey eru

Rannsaka tey villu undrini í gandaverðini í hesum stásiliga verki um gandadjór, sum víðagitni gandadjórafrøðingurin, Newt Scamander, hevur greitt úr hondum.


Hent at vita

Upprunaheiti: Fantastic Beasts and where to find them

Høvundur: J.K. Rowling

Myndprýðari: Olivia Lomenech Gill

Týðari: Bergur Rasmussen

Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Útgávuár: 2017

Tal á síðum: 140


Harry Potter í stórfingnum litmyndum

Røðin um Harry Potter er seinnu árini útgivin við myndum hjá Jim Kay. Hesar myndprýddu bøkur av gandakenda klassikaranum eru ein sonn fragd fyri eygað. Bøkurnar eru ætlaðar bæði trúføstum fjepparum og nýggjum lesarum, tí hóast søgan er tann sama, so geva stórfingnu litmyndirnar hjá evnaríka listamanninum Jim Kay tær eina heilt øðrvísi lesiuppliving. Fýra tær fyrstu bøkurnar um Harry Potter við myndum hjá Jim Kay eru at fáa á føroyskum.