Hvussu væl kennir tú títt móðurmál?

Hvussu væl kennir tú títt móðurmál? 


Í morgin fært tú høvi at royna teg. Hósdagin 25. mars er móðurmálsdagur, og í tí sambandi skipar Málráðið saman við Føroyar lesa fyri spurnarkapping á Kahoot um føroyska rættstaving og málsøgu.

Kappingin verður skipað í tveimum. Tann fyrra verður tøk kl. 11 fyri skúlanæmingar í 7.-10. flokki. Seinna kappingin verður tøk fyri almenninginum klokkan 12.


Soleiðis gert tú: 


- tak appina Kahoot niður á telefonina, um tit ikki nýta teldu.

- hósdagin 25. mars fara tit inn á facebooksíðuna hjá Føroyar lesa, har tit finna kotuna fyri at luttaka

- skriva kotuna í appina undir pinkotu

- skriva títt fullfíggjaða navn

- so er klárt at spæla.


Vinnarin sær á sínum skíggja, um hann/hon hevur vunnið. Næmingurin skal vísa læraranum boðini um, at viðkomandi hevur vunnið, og lærarin boðar Føroyar lesa frá á:

samband@føroyarlesa.fo ella á telefon: 555183.​


Vinnararnir av kappingini kunnu gleða seg til bókapakkar frá forløgunum Eksil, Sprotanum og Bókadeild Føroya Lærarafelags.

1/0

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo