Hvussu væl kennir tú Manga?

21.02.22

Tað kann kennast eitt sindur einsamalt at vera mangafjeppari, men stúr ei. Í kvøld ber til at hitta onnur, sum eru áhugað í teimum serstøku, japonsku teknirøðunum. 

Í kvøld, 21. februar kl. 19, verður tiltakið Manga Takk á skránni í bókasavninum við Løkin. Ætlanin við tiltakinum er at stovna ein mangaklubba. Harumframt fer Conny Rasmussen, sum starvast á bókasavninum, at hava eitt stutt upplegg um manga og at vísa, hvørjar mangarøðir bókasavnið eigur og fer at bíleggja. Síðani verður ein góður drekkamunnur. Til hetta fyrsta kvøldið skriva fyriskipararnir, at tað hevði verið stuttligt, um øll høvdu eina ella tvær mangabøkur við, sum teimum dámar allarbest. So kann mann tosa um bøkurnar og finna út av, hvørjar mangabøkur eru mest lisnar. 

Tiltakið er fyri børn og ung, sum eru 12 ár og eldri.


Hoyr Oyvør Dam Jacobsen og Conny Rasmussen greiða tiltakinum frá her.


5 skjót fakta um manga

1. Manga er heitið á japonskum teknirøðum, sum hava ein eyðkendan teknistíl. Í Japan verður orðið manga tó brúkt um allar teknirøðir, ikki bert japanskar.


2. Í Japan skrivar mann øðrvísi enn í vesturheiminum. Mann skrivar frá høgru síðu til vinstru og ikki frá vinstru til høgru, sum vit gera. Tí lesur tú eisini manga-teknirøðir aftureftir – t.e. at tú byrjar á tí, sum vit halda vera baksíðan.


3. Hóast fólk í Japan í longri tíð hava teknað og skrivað søgur, var tað ikki fyrr enn í 19. øld, at manga-fyribrigdið tók dik á seg. Tá var stílurin tó øðrvísi, enn vit kenna hann í dag. Osamu Tezuka eitur maðurin, ið ofta verður kallaður faðirin at manga, sum vit kenna tað í dag. Hann skrivaði og teknaði mangasøgur í 1950’unum (m.a. eina røð, sum kallast Astro Boy) og fekk í sínum teknirøðum íblástur frá Disney-filmum.


4. Umleið 40 prosent av øllum, sum verður prentað og givið út í Japan, er í dag manga-teknirøðir. Í Japan lesa  ung, vaksin og eldri mangarøðir. Mangarøðir kunnu snúgva seg um alt millum himmal og jørð – eitt nú um søgu, kærleika, sci-fi, kríggj og ítrótt.


5. Tá ið ein mangateknirøð verður gjørd til film ella sjónvarpsrøð, kallast hetta anime. Í Japan merkir anime bert teknifilmur, men í vesturheiminum brúka vit hetta heitið um japanskar teknifilmar, sum hava sama stíl sum mangateknirøðirnar. Anime hevur á sama hátt sum manga ein stóran og trúgvan fjepparaskara kring allan heim. Tey flestu kenna kanska best Pokémon, sum er eitt dømi um eina animesjónvarpsrøð til børn.