Hvat skalt tú hugsa um, tá ið tú setir ein lesiring á stovn?

16.09.20

Lesiringar eru ikki nýtt fyribrigdi, tó hevur tað síðstu árini vundið meiri upp á seg, at fólk og stovnar seta á stovn lesiringar. Fólk við áhuga fyri bókum hittast í tí privata at tosa um bøkur av og á, og bókasøvn skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið, har tosað verður um bøkur. Í lesiringunum á bókasøvnunum eru bøkurnar vanliga avtalaðar í góðari tíð frammanundan fyri eitt tíðarskeið.


Tað man vera ógvuliga ymiskt, hvussu lesiringarnir eru skipaðir, og hvussu teir roynast. Eru teir privatir, eru teir helst ikki so formligir, kanska eingin skrá, men meiri tað, at øll siga sína hugsan um bókina, ið er lisin, og eingi krøv eru um at fylgja ávísum frymli. Á bókasøvnunum er skráin meiri formlig og ofta eftir einum frymli.


Men hvat skalt tú hugsa um, tá ið tú setir ein lesiring á stovn? Vilt tú hava ein frymil at ganga eftir, eru nógv góð ráð at finna á netinum. At finna fólk at koma við í lesiring nýtist ikki at vera so torført. Í privatum høpi er upplagt at spyrja millum tey, tú kennir, familju, vinir og starvsfelagar, sum tú veitst tíma at lesa. Gott hugskot er at gera av, hvussu ofta tit hittast og hvar, hvat slag av bókum, tit tíma at lesa, lata tað ganga upp á skift, hvør velur bøkurnar, og so savna tykkum um at tosa um ymiskt av áhuga í bókini, so sum lýsingar av persónunum, umhvørvinum, skrivingarlagnum og øðrum, sum vekir áhuga í bókini. At samanbera við aðrar bøkur er eisini upplagt. Tað stuttliga við at vera í lesiringi er mangan, at tú lesur eina bók, tú kanska ikki hevði funnið upp á at valt sjálv at lesa. Soleiðis kann áhugin fyri øðrum slagi av bókum eisini vekjast.


Fleiri bókasøvn í Føroyum hava seinastu vetrarnar skipað fyri lesiringi. Kunna teg við, hvussu er á bókasavninum, har tú býrt.


Fá góð hugskot til, hvat tú eigur at hugsa um, um tú vilt stovna ein lesiring her!