Gevið lesingini tíð og ans

16.09.20

Tey fyrstu skúlaárini fara børn frá at duga at lesa ein bókstav til at lesa longri og torskild orð. Hesa tíðina er venjing í at lesa umráðandi. Tað er tó ikki altíð lætt at velja lesingina til í einum skundmiklum gerandisdegi. Børn skulu ikki bara læra seg at lesa tey fyrstu árini í skúlanum, men eisini so nógv annað. Sambært norska professaranum, Kristin Sunde, er lesingin tó so mikið týdningarmikil fyri innlæringina hjá børnum, at fólkaskúlin í stóran mun átti at raðfest hana.


Ofta lesa næmingar, sum fáa góð úrslit í lesarakanningum, meiri í frítíðini enn teir næmingar, sum fáa vánalig úrslit. Lesingin hjá næmingum, sum lesa nógv í frítíðini, verður stundum kveikt heimanífrá, og hesir kenna tað helst sum ein sigur at hava lisið eina bók úr enda í annan. Teir næmingar, sum lesa lítið og einki, kunnu hinvegin halda lesingina vera torføra og strævna, tí eingin leggur teimum hana í lag. Tá lesingin gerst krevjandi, velja hesir næmingar tí at gera okkurt annað enn at lesa. Fólkaskúlin kann í hesum sambandi stimbra lesiførleikan og lesihugin hjá øllum næmingum við at raðfesta frílesing. Løtan, tá ið næmingarnir í hvør sínum lagi lesa, kann gerast teimum ein lívsgáva.


Alt í alt er neyðugt at seta tíð av til at lesa – heima við hús men sanniliga eisini í skúlanum. Við tíð og áhaldni gerast børn góðir lesarar. Og við tíðini fara tey øll eisini at uppliva góðar lesiløtur og merkja sigurin í at lesa eina heila bók lidna.


Trý góð ráð til at kveikja lesihugin hjá næmingum

  1. Teksturin skal ikki vera ov lættur og heldur ikki ov ringur. Soleiðis gerst næmingurin í størri mun errin av at hava lisið hann. Næmingar tíma betur at lesa, um teir samstundis merkja ein sigur – eins og øll onnur helst.

  2. Um næmingurin sjálv/ur hevur valt sær tekstin, og/ella um næmingurin lesur tekstin saman við øðrum, økist hugurin stundum eisini at lesa.

  3. Lærarar kunnu vera fyrimyndir við at lesa upp fyri næmingunum. Umvegis upplestur møta næmingar kanska nýggj tekstasløg, tey annars ikki høvdu møtt. Bókmentaligt fjølbroytni er ein týðandi partur av upplestrinum hjá lærarunum.


Kelda: lesesenteret.uis.no