Forskúli á vitjan: At lesa er flyta seg runt í verðini

24.05.22

Í morgun var ein fittur flokkur av forskúlanæmingum og vitjaði Føroyar lesa. Í sambandi við vitjanina høvdu børnini tikið sína yndisbók við, og vit fingu eitt gott prát við børnini um týdningin av at lesa og gleðina við at lesa.


Lesing er týdningarmikil, og tað er týdningarmikið at birta upp undir hugin hjá børnum at lesa so tíðliga sum gjørligt. Tí var tað við gleði, at Føroyar lesa og Nám tóku ímóti forskúlaflokki A á Skúlanum av Fløtum.


Undan vitjanini vóru børnini biðin um at taka sína yndisbók við í skúla, sum tey skuldu nýta til eina myndatøku. Vit tosaðu síðani um tað at lesa. Bæði týdningin av at lesa og gleðina við at lesa. At lesa er ikki einans søgur. Lesing er eisini at læra seg tøl, at lesa myndir og at lesa uppskriftir, skelti og at lesa kort. Snøgt sagt er tað av týdningi at duga at lesa fyri at flyta seg runt í verðini. Tey sluppu sostatt bæði at royna seg við at seta orð á, hvat ein góð søga er, at lesa føroyakortið, at spæla spøl við tølum og at nýta lesingina í einum kreativum verkstaði.


Yndisbøkurnar hjá børnunum vóru alt frá bókum um Mumi og Harry Potter, bøkur við ævintýrum og bøkur við uppgávum at loysa. Føroyar lesa fegnast um at síggja lesigleðina í eygunum á børnunum, og at tey duga so væl at greiða frá tí, tey lesa. Vit komu m.a. inn á, hvussu bøkur kunnu vekja kenslur, at tær kunnu vera stuttligar, spennandi, syrgiligar og óhugnaligar. At ein bók kann vera ein vinur, tá ein kennir seg einsamallan, og hvussu gott tað er at kunna spegla sær í øðrum, sum hava tað líka sum tú.


Tað er so ofta, at ein skal hoyra sannleikan og vísdómin frá teimum yngstu. At hoyra eitt seks ára gamalt barn greiða frá, at ein søga ofta er bygd upp við, at tað gongur væl, síðani eitt sindur illa, áðrenn tað fer at ganga ordiliga væl, eru orð sum gleða okkum, ið arbeiða við lesing í tí dagliga.


Vit vóna, at børnini í forskúla A fingu okkurt gott í skjáttuna, og vit gleða okkum til at taka ímóti fleiri børnum á Námi.


Um tú, tín flokkur ella barnagarðsstova kundi hugsað sær at komið á vitjan ella at fingið vitjan av Føroyar lesa, ber til at skriva til okkara á samband@foroyarlesa.fo. Til ber eisini at seta seg í samband við okkum umvegis sosialu miðlarnar ella við at ringja á telefon 555183.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo