Føroyar lesa á Mentanarvikuni

25.04.22

Hesa vikuna er Mentanarvika í Runavíkar kommunu, og Føroyar lesa er við í skránni við rithøvundapráti millum tveir spennandi yrkjarar. Sunnukvøldið hittust Rannvá Holm Mortensen og Lív Maria Róadóttir Jæger til eitt prát um yrkingasøvnini Vármjólk og Eg skrivi á vátt pappír.


Hvussu ljóðar tað, at skriva á brandgult ljóð? Hvussu sær grønur longsul út? Hvat er eitt mánamyrkur? Sita okkara minni í munninum?


Litir, sansir, grind og harðskapur eru nøkur av evnunum, ið ganga aftur yrkingasøvnunum Vármjólk og Eg skrivi á vátt pappír eftir ávikavist Rannvá Holm Mortensen og Lív Maria Róadóttir Jæger, sum sunnukvøldið hittust til eitt áhugavert prát um yrkingar.


Hóast ymiskar útgávur og tilgongdir til at yrkja, hava yrkingasøvnini nógv til felags. Í báðum førum leita tær skrivandi aftur til ein uppruna ella upphav, men við hvør sínum brillum. Fyri báðar er tað bæði natúrligt og torført at seta orð á kenslur og tankar, men kortini neyðugt. 


Áhugaverda kvøldið við Lív og Rannvá var kryddað við upplestri úr báðum útgávunum. 


Føroyar lesa takkar fyri eitt hugnaligt kvøld, og at vit vóru boðin við á Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu. Fleiri áhugaverd tiltøk eru á skránni hesa vikuna. Eitt nú verður eitt orðaskifti um málið í Løkshøll mikukvøldið kl. 19 undir heitinum "Vit eru málið", og hóskvøldið verður bókin Opera men eingin olja eftir Martin Næss løgd fram í Bókasavninum við Løkin.


Sí myndir frá rithøvundaprátinum í myndasavninum niðanfyri. Myndirnar hava Ingrid Bjarnastein og Tórbjørn Jacobsen tikið. 

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo