Føroyar lesa á Mentanarnáttini

02.06.21

Mentanarnátt verður í Havn í morgin, og sjálvandi eru Føroyar lesa við. Saman við okkara samstarvsfeløgum hava vit lagt eina skrá til rættis við hópin av spennandi tilfari. 

Børnini eru í fokus hesaferð, og tí vera fleiri høvi at hoyra upplestur úr barnabókum. Harafturat verður eisini eitt bókaprát um nýggja barnabókina hjá Dániali Hoydal, Abbi og eg og abbi, sum viðger evnið demens.


Skráin sær soleiðis út: 

10.00: Søgutími á Tjóðpallinum. Laura Joensen og Hjálmar Dam lesa fyri børnum.

12.00: Søgutími á Tjóðpallinum. Laura Joensen og Hjálmar Dam lesa fyri børnum. 

14.00: Søgutími á Tjóðpallinum. Laura Joensen og Hjálmar Dam lesa fyri børnum. 

16.30: Upplestur í Gamla bókahandli: Vár Berghamar Jacobsen og Elsubeth M. Fossádal lesa úr bókunum Luddi, Lundisa og ein risapisa og Alva og Lias.

19.00: Framløga av Abbi og eg og abbi í Gamla bókahandli. Prát verður við høvundin og umboð frá Alzheimerfelagnum. 


Øll eru vælkomin!