Føroyar í altjóða spenningi

Tíggju ár eftir, at seinasta bókin í Hungursleikarøðini hjá Suzanne Collins varð útgivin, er ein nýggj bók eftir sama høvund á gáttini um várið 2020. Talan er um fyrstu bókina í einum nýggjum tríverki. Sum nakað heilt serligt vóru Føroyar partur av heimsútgávudegnum. 


Vanliga fer týðingin av slíkum bókum í gongd, beint sum upprunabókin verður útgivin. Hesa ferð varð hinvegin týtt, meðan síðstu hendur vórðu lagdar á upprunabókina. Tí var 19. mai í 2020 ein serstakur dagur. Tá kundu spentir føroyskir lesarar keypa sær fyrstu bókina í nýggja tríverkinum - á føroyskum.


Fyrr í ár prátaðu Silja Aldudóttir frá Bókadeildini, týðari Bergur Rasmussen, og ein trúgvur lesari og fjeppari av bókunum, Anny Poulsen, um bókina í útvarpssendingini Nón. Tey semjast um, at tað hevur nógv at siga, at bókin beinanvegin kann lesast á føroyskum. Hetta millum annað tí, at teir ágrýtnu fjeppararnir vilja sleppa at lesa framhaldið so skjótt, sum restin av heiminum fær hendan møguleikan.


17 ára gamla Anny telist millum ótolnu og spentu lesararnar. Hon sigur seg hava lisið hinar bøkurnar hjá Suzanne Collins á enskum og hetta vera fyrstu ferð, at hon lesur eina av bókunum á føroyskum. Hon leggur afturat, at tað var eftir, at hon hevði lisið Harry Potter bøkurnar, at hon fór í holt við Hungursleikirnar: ”Mær dámdi ikki so væl at lesa, fyrr enn eg las Harry Potter. Frá tá og til nú eri eg farin at lesa nógv.”


Anny er ikki einasti lesarin, ið er burtur í bókunum hjá Suzanne Collins. Higartil hevur amerikanski rithøvundurin fingið heili trettan heiðurslønir fyri røðina, og filmar eru gjørdir um undanfarna tríverkið, sum kom út á fleiri enn 50 málum. Sambært Anny hevur røðin fingið so góða móttøku, tí persónslýsingarnar eru so neyvar, og sum lesari gerst tú av teirri orsøk góð/ur við teir. Harumframt heldur hon sum heild søguna vera so sera spennandi. Anny dámar eisini betur bøkurnar enn filmarnar: ”Í bókunum veit man meiri um, hvat persónarnir hugsa, og so lærir man teir betur at kenna.” Bergur Rasmussen, týðari, tekur undir við, at persónarnir eru ein drívmegi í søguni, og at hetta kemur til sjóndar, tá tú sum lesari heppar upp á eitt nú Katniss.


Hóast vit eru stødd í einum veruleikafjarum heimi í bókunum hjá Suzanne Collins, benda lesaraupplivingarnar hjá Anny og Bergi á, at bøkurnar við djúpa innlitinum í persónarnar gerast viðkomandi og alheimsligar. Møguliga er hetta ein orsøk til, at røðin er vorðin eitt altjóða fyribrigdi, sum Silja Aldudóttir eisini kallar hana. Sambært Silju frá Bókadeildini kemst góða móttøkan av røðini eisini av, at hon snýr seg um stór evni sum etikk, vald og kríggj, samstundis sum hon er kryddað við evnum sum vinalag og kærleika.


Lurta eftir allari samrøðuni her! Og les meiri um bøkurnar hjá Suzanne Collins niðanfyri.


Ríman um sangfuglar og slangur

Í hesi fyrstu bók í nýggja tríverkinum lesa vit um Coriolanus Snow. Hesin 18 ára gamli unglingi ger seg til reiðar at vera vegleiðari í Hungursleikunum, sum skjótt skulu setast í gongd. Í ár fer at vera 10. ferð, at leikirnir vera. Hetta merkir, at vit eru farin 64 ár aftur í tíðina í mun til fyrstu bókina í fyrru røðini um Katniss. Tann einaferð so mæta Snow-ættin hevur mist sína tignarstøðu, og lagna teirra hongur í einum klønum tráði. Tí noyðist Coriolanus at seta alt upp á spæl fyri at vinna í Hungursleikunum.


Hent at vita

Upprunaheiti: The Ballad of Songbirds and Snakes

Høvundur: Suzanne Collins

Týðari: Bergur Rasmussen

Tal á síðum: 546

Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Útgávuár: 2020


Hungursleikirnir

Vit eru stødd í einum framtíðar marrusamfelag, sum kallast Panem. Høvuðsstaðurin í Panem eitur Capitol, og runt um høvuðsstaðin eru hinar sýslurnar. Stórur munur er á ríka høvuðsstaðnum og teimum fátæku sýslunum, og av teirri orsøk gjørdu sýslurnar fyri 70 árum síðani uppreistur móti Capitol. Sýslurnar taptu hetta kríggið, og fyri at revsa sýslurnar fyri uppreisturin verður á hvørjum ári skipað fyri einum spæli, ið kallast Hungursleikirnir. Ein genta og ein drongur frá hvørjari sýslu luttaka og skulu bøta um tær syndir, sýslurnar hava gjørt mótvegis Capitol í farnari tíð. Í hesi fyrstu bók í røðini lesa vit um 16 ára gomlu Katniss, ið sleppur at berjast fyri lívinum í Hungursleikunum, har bara ein kann vinna.


Festir í

Nummar tvey av trimum bókum um Katniss, sum heilt óvæntað hevur vunnið árligu Hungursleikirnar saman við Peeta. Vandi er fyri uppreistri, og ræðslusligin varnast Katniss og Peeta, at tað eru tey, sum hava fest í! Og øði er komin í Capitol, sum vil hava hevnd.


Boðkveggja

Katniss Everdeen er enn á lívi, hóast hon tvær ferðir hevur tikið lut í Hungursleikunum. Men Gale er flýddur, og Capitol hevur fangað Peeta. Í Sýslu 13 verður uppreistur fyrireikaður. Men skal uppreisturin eydnast, noyðist Katniss at seta lív sítt í veð. Hon er tann, sum skal taka ábyrgdina av, at ein hópur av fólki letur lív. Hon skal tryggja framtíðina hjá Panem, tí hon er Boðkveggjan.

1/0

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo