Elsa Birgitta P. Petersen

Hvat er ein góð týðing?

Ein góð týðing er fyrst og fremst, tá tú fært tekstin og søguna at fanga tann, bókin er ætlað til. Eg umseti í høvuðsheitinum bøkur til børn frá 10 til uml. 14 ár úr donskum og norskum. Men tað ber eisini til at brúka nakrar av hesum bókum til at lesa fyri yngri børnum. Til dømis eru tær, sum Gunvor Reynberg hevur skrivað, so stuttligar, at tær venda sær bæði til yngri og eldri. ”Tey leita eftir Benny”, ”Frikadellukríggið”, ”Svans á listasavninum” eru so pussigar og siga so nógv um, hvat børn kunnu finna uppá.


Hvør bók, sum tú hevur týtt, hevur serliga fest seg?

Tann bókin, sum hevur fest seg mest hjá mær, er ”Ein beiggi ov nógv”, sum er tann seinasta, eg havi týtt. Tað er ein søga, sum skar meg í hjartað, men hon lærdi meg eisini okkurt.


Hvørjum leggur tú teg eftir, tá tú týðir, og hvat er mest avbjóðandi?

Eg leggi meg serliga eftir at fáa málið lætt, tí onki er so drepandi sum, tá teksturin er tungur og orðini long og torskild. Oftani verður eitt orð ella ein setningur vendur fleiri ferðir í høvdinum, áðrenn hann bæði hóskar til upprunatekstin og móttakaran, tað føroyska barnið. Her havi eg fingið góða hjálp frá Sprotanum og norsku orðabókunum á netinum.

Teksturin, sum hevur verið mest avbjóðandi, eru bøkurnar hjá Bobbie Peers, tí tær eru fantasy-søgur, og neyðugt er at finna heiti á tingum, sum ikki eru verulig. Tað er eisini avbjóðandi at umseta slang, altso orð, sum ungdómurin sigur sínámillum.


Hvørja bók týddi tú seinast, og týðir tú nakra nú?

Í løtuni týði eg ”Grims Grimu ævintýr”. Nøkur av hesum fólkaævintýrunum eru væl kend og nøkur eru ikki so kend. Men tað, sum ger hetta savnið so serligt er, at ævintýrini verða fortald soleiðis, sum tey vóru søgd fyrr í tíðini, tá eg var barn og ræddist at ganga úti, tá tað var vorðið myrkt. Tey eru ikki Disney-tillagað ella peikibók-kend, sum vit nú kenna søgurnar um t.d. Hans og Gretu og Reyðhettu. Í hesum savninum av Grims Grimu ævintýrum fara vit á ferð inn í ein gátuføran, vandamiklan og undursaman heim, har úlvar duga at tosa, og mannabein duga at syngja. Her fara vit aftur til tann heimin, sum var einaferð, og aftur til tær upprunaligu søgurnar, sum avgjørt ikki bara eru fyri børn, men fyri øll, sum hava hug at hoyra eina góða søgu. Og hvør hevur ikki tað?


Hví týðir tú bøkur?

Mær dámar so sera væl at týða bøkur. Lutvíst tí eg eri vaksin upp við, at tað er so týdningarmikið at fáa føroyskar barna- og ungdómsbøkur. Foreldur míni brendu fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags. Sjálv havi eg verið nevndarlimur í Bókadeildini og havi lisið og viðgjørt nógvar av teimum bókum, sum Bókadeildin hevur havt inni. Mær dámar eisini so væl at týða bøkur, tí eg havi góða tíð nú til at miðsavna meg um týðingarnar. Eg kann sjálv skipa mína tíð, og eg haldi heila og sinnið frískt.

Tað, at Bókadeildin er eitt so professionelt forlag ger tað lætt hjá týðarum. Starvsfólkið har hevur gjørt forarbeiðið við at leita fram hóskandi bøkur, gera alt klárt til prentingar og skipa søluna, so eg skal bara týða og ikki hugsa um nakað annað enn tað.

Eg føli, at eg geri nakað til nyttu, hóast eg eri farin úr mínum arbeiði sum lærari og skúlastjóri, og mær dámar at halda sambandið við Bókadeild Føroya Lærarafelags.