Eitt innlit í fløkjaliga menniskjasinnið

20.10.20

Menniskjasinnið kann vera fløkjaligt og torgreitt, og stuttsøgusavnið hjá Arnbjørn Ó. Dalsgarð frá 2015 varpar við 12 stuttsøgum ljós á spurningar, sum vit øll kunnu stríðast við.


Lesarin fær í savninum So hon starir inn í veggin innlit í mannin og dreingin, í plágaðu mannasálirnar. Greitt verður frá trupla parlagnum, har tey eru givin at tosa saman, og har tey brúka nevarnar heldur enn orð. Tað verður eisini greitt frá parinum, sum kryddar tilveruna við kynsligum spæli, og menniskjanum, sum hjálpir einum fram á leið. 


Savnið viðger evni úr nútíðini og snýr seg eisini um, at vit ikki altíð skulu elta, sum fyri er slóðað.


Eitt sindur um høvundin

Arnbjørn Ó. Dalsgarð (f. 1971) er cand. mag. í filosofi og rithøvundur. Hann hevur latið nógv skrivligt arbeiði frá sær. Eitt nú skrivaði hann Føroyska blaðsøgu 1852-2002, og eisini hevur hann skrivað yrkingar og stuttsøgur í tíðarritinum Vencil, síðan tað á fyrsta sinni kom út í 2006. 


Arnbjørn eigur eisini fleiri søgur í Míni jólabók, eina stuttsøgu í savninum Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur, og ikki at gloyma hevur hann verið við til at umskriva ævintýr eftir Jakob Jakobsen til nútíðarføroyskt í 2014. Stuttsøgusavn hansara Albert kom út í 2016. 


Arnbjørn var ritstjóri á Vencili saman við Oddfríði M. Rasmussen, og saman fingu teir M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik í 2009.