Ein fongur fyri fantasy-fjepparar

15.09.20

Røðin eftir Philip Pullman um Myrkursins frumevni - tær tríggjar bøkurnar Norðlýsi, Tvíeggjaði knívurin og Ravkikarin - eru millum tær best umtóktu fantasy-bøkurnar í heiminum. Nú er enski rithøvundurin farin í holt við eina nýggja røð, sum eitur Bókin um dust.


Higartil eru tvær bøkur komnar í røðini, og tær eru báðar týddar til føroyskt. Nýggja røðin gongur fyri seg í tí somu verðini sum fyrra røðin, og hon snýr seg um nógvar av somu persónunum. Hesar bøkurnar ganga tó fyri seg áðrenn og eftir, at hendingarnar fara fram í Myrkursins frumevni.


Nýggja tríverkið

Høvuðspersónurin í tí fyrstu bókini í røðini, La belle sauvage, er ellivu ára gamli drongurin Malcolm Polstead. Ein ógvuslig vatnflóð tekur seg upp, og hann verður noyddur at flýggja í síni lítlu kano, sum eitur júst La belle sauvage, við einum nýføðingi. Samstundis tekur eitt stríð seg upp ímillum tey trúgvandi og tey, sum ikki trúgva, og ferðin er ógvuliga vandamikil. Nýføðingurin er ein av høvuðspersónunum í Myrkursins frumevni, Lyra Belacqua, og tíðin er sostatt sett umleið 10 ár áðrenn hendingarnar í fyrru røðini.


Í aðru bókini í røðini, Loyniliga samveldið, er Lyra Belacqua, ella Silvurtunga, sum hon nevnir seg, blivin ein ung kvinna, sum gongur á universitetinum í Oxford á øðrum ári. Tá ið daimonur hennara, Pantalaimon, verður vitni til eitt morð, eru tey noydd at fáa greiðu á sínum viðurskiftum á ein hátt, sum tey ongantíð høvdu ímyndað sær. Tey verða drigin inn í torgreiddar og vandamiklar ósemjur í einum heimi, tey ikki vistu, var til. Malcolm Polstead verður noyddur av stað á sína egnu ferð; einaferð ein drongur við einum báti og einum setningi at bjarga einum barni undan einari vatnflóð, nú ein maður við sterkari ábyrgdarkenslu og einari trongd til at gera tað, sum rætt er. Bæði Lyra og Malcolm noyðast at ferðast langt út um Oxford, ígjøgnum Evropa og inn í Asia fyri at leita eftir tí, tey hava mist – eftir einum býi, sum er plágaður av illum andum, eftir einum loyndarmáli mitt inni í einari oyðimørk, og eftir gátuni um dust.


Tað serstaka í hesi verðini er, at hvør einstaklingur er býttur sundur í eitt menniskja og ein daimon. Hetta er ein vera, eitt djór av onkrum slag, sum er ein fylgissveinur og samstundis ein partur av tær. Menniskja og daimonur eru altíð saman, og verða tey sundurskild, fær tað avleiðingar.


Henda nýggja røðin útbyggir og breiðkar stórfingnu parallellverðina hjá Philipi Pullman. Tað er eitt máttmikið og tankavekjandi ævintýr um, hvat tað vil siga at kenna seg sjálvan, at vaksa upp og fáa skil á heiminum rundan um seg. Hetta er frásøgn av teimum bestu frá einum av heimsins bestu rithøvundum.


Anny Poulsen, 17 ár, ummælir La belle sauvage

- Mær dámdi sera væl bókina, tí tað er ikki ein vanlig sjangra, sum eg plagi at lesa. Bókin var gátufull, óhugnalig og spennandi. Eg haldi, hon er so væl skrivað, at eg kundi síggja, lukta, føla og hoyra tað, sum høvuðspersónurin upplivdi. Bókin er ein orduliga góð bók, og eg fari beint at byrja við at lesa Norðlýsið og síðani annan part av Bókini um dust.


Philip Pullman

Philip Pullman er føddur í Norwich í Onglandi í oktober 1946. Hann las enskt í Exeter College í Oxford. Hann hevur m.a. verið miðnámsskúlalærari í enskum í 12 ár, síðan professari í enskum í Westminster College, har hann stóð fyri skeiðum um viktoriansku skaldsøguna og um fólkasagnir, til hann gavst at undirvísa og fór at skriva burturav.


Philip Pullman býr í Oxford. Fyrrapartarnar situr hann í einari smáttu í garðinum hjá sær og skrivar. Hann skrivar við kúlupenni á A4-pappír, tríggjar síður hvønn dag. Áðrenn hann gevst, syrgir hann fyri at hava skrivað fyrsta setningin á næstu síðu, so hann ikki skal byrja við einum blonkum arki dagin eftir.


Hent at vita:

Rithøvundur: Philip Pullman

Hvør skal lesa: fantasy-fjepparar, um tær dámar spenning og óhugna

Týðari: Vagnur Streymoy

Síður: 477 og 668

Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags