Dania O. Tausen

19.02.21

Navn: Dania O. Tausen 

Aldur: 22 ár 

Starv: Tutl og lesandi á Setrinum  


Á náttborðinum liggur... 

Ein stakkur av "eg ætli at lesa", "eri í gongd við" og "eg havi lisið, men lati enn sodna": Tóroddur Poulsen: Hvat hevði Munch verið uttan Dupultkvartettina í Ebenezer, Patti Smith: Year of the Monkey, Lív Maria Róadóttir Jæger: Eg skrivi á vátt pappír og Hvít sól, Vladimir Nabokov: Lolita, Bíblian,  Tomas Espedal: Året, Raymond Carver: What we talk about when we talk about love, Bjørgfinnur Nielsen: Dreymabiðil og Jóanes Nielsen: Rakkaljóð.  


Eg elski at lesa...

Føroyskt! Yrkinga- og stuttsøgusøvn mest. Men eisini skaldsøgur. Enskt, norskt. Okkurt inniligt, forskrúðað, niðurtónað men spennandi.  


Hevur tú eina yndisbók ella yndishøvund? 

Beint nú fyri tíðina er tað Tomas Espedal.  


Er nøkur bók, sum hevur havt serligan týdning fyri teg?

Ein bók, sum hevur havt týdning fyri meg, eitur Dilemma. Eg las hana ta tíðina, eg akkurát var byrjað at læna bøkur á bókasavninum, og eg var øgiliga spent. Eg sat í bilinum ymsa staðni runt umkring og las. Tann bókin gjørdi okkurt við meg, tí hon var so erlig um umstøður, eg slett ikki kendi til. Var speisk og stuttlig við góðum eygleiðingum av vanliga føroyinginum - og samstundis øgiliga stinn í sínum søgufrágreiðingum um álvarsligar trupulleikar.


Hvør bók stendur næst á lesilistanum? 

Tað má vera Lolita. Men eg havi eisini planir um at lesa silvurið og gullið hjá Sólrun Michelsen og Ikki fyrrenn tá eftir Oddfríð Marna Rasmussen.