Charles Dickens 210 ár

07.02.22

Í dag, 7. februar 2022, hevði enski rithøvundurin Charles Dickens fylt 210 ár.


Dickens (1812-1870) var blaðmaður og rithøvundur. Skaldsøgurnar hjá Dickens vórðu ofta skrivaðar sum framhaldssøgur í bløðum og síðani styttar og tillagaðar. Søgurnar hjá enska stórskaldinum bera brá av sosialum áhuga og trúnni á, at tað besta í menniskjanum altíð sigrar. Kendastu søgurnar munnu vera Oliver Twist (1837-39), A Tale of Two Cities (1859) og Great Expectations (1861) – og ikki minst søgan um Scrooge, sum vit lesa í bókini A Christmas Carol (Eitt jólaævintýr) (1843).

Hesar bøkurnar hjá Dickens eru komnar út á føroyskum: Eitt jólaævintýr (1990), Oliver Twist (1998), Eitt jólaævintýr (í nýggjum hami í 2015) og David Copperfield (2014), sum blá krabbabók hjá Bókadeildini og Námi. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið tær tríggjar fyrstnevndu bøkurnar út. Niðanfyri kanst tú lesa fimm fakta um rithøvundin.


1. Arbeiddi á verksmiðju sum barn

Tá ið Dickens var tólv ára gamal, fóru bæði foreldrini í fongsul vegna skuld, meðan hann varð tikin úr skúlanum og fekk arbeiði á eini verksmiðju saman við øðrum børnum í London. Á henda hátt fekk hann innlit í tær umstøður, sum fátøku børnini í London høvdu um hetta mundið, og sum hann skrivar um í m.a. Oliver Twist.


2. Ímyndin um tey hvítu jólini

Ímyndin um tey hvítu jólini – A White Christmas – gjørdist uppaftur meira eyðkend við søgum hjá Dickens, sum eitt nú The Pickwick Club og A Christmas Carol. Tá Dickens var barn, upplivdi hann tað kaldasta áratíggju, sum hevði verið í Onglandi í meira enn eina øld, og hetta sæst aftur í søgum hansara, ið lýsa jólini sum hvít og kavaklødd.


3. Byrjaði við satirusøgum

Eftir at hava arbeitt á verksmiðju í nøkur ár fór Dickens í læru í einum advokatvirki, og sum 22 ára gamal fór hann at arbeiða sum blaðmaður fyri tíðindablaðið The Morning Chronicle. Samstundis sum hann skrivaði fyri blaðið, fór hann at skriva stuttar satirusøgur í blaðnum Monthly Magazine – hesar søgurnar gjørdust seinni til longri røðir og vóru eisini byrjanin til hansara yrki sum rithøvundur. Á henda hátt er Dickens eitt dømi um ein av ágóðunum av ídnaðarkollveltingi – nevniliga, at tað ber til at skapa sær eina lagnu, ið ikki er tongd at sosialum arvi.


4. Gjørdi gjøldur burtur úr teimum ríku

Yrkisleiðin hjá Dickens sum høvundur tók veruliga dik á seg eftir, at skaldsøgan The Pickwick Club (1936) var útgivin. Bókin var ein røð av søgum, sum komu út í tíðarriti, og sum snúði seg um nakrar ungar menn í yvirstættini, ið ferðaðust kring Ongland. Á ferðini hitta teir ymisk fólk, og lagnur verða tvinnaðar saman. Fyrst og fremst var The Pickwick Club ein satira av yvirstættini í Onglandi. Av tí, at søgan kom út í pørtum, kundi Dickens broyta gongdina og persónarnar í søguni, alt eftir hvat fólk søgdu og hildu.


5. Viðurkenning eftir deyðan

Ikki fyrr enn í 20. øld fór mann at viðurkenna søgurnar hjá Dickens sum bókmentalig stórverk. Søgurnar fóru frá at verða sæddar sum undirhaldandi bókarøðir til fólk í øllum stættum til at verða samfelagskritiskar og samtundis hjartanemandi lýsingar av menniskjum í 19. øld.


6. Menniskjað í miðdepilin

Charles Dickens dámdi væl at ganga túrar í skundmikla London og at eygleiða fólk í býnum. Hóast hann ikki var ímóti ídnaðarmenningini í London, helt Dickens, at tað var menniskjað og ikki búskapurin, ið skuldi ráða yvir søguni. Í flest øllum bókum hjá Dickens verður lesarin eisini mintur á, at øll menniskju, uttan mun til stætt, hava ábyrgd av lívinum hjá hvørjum øðrum.

Á gravsteininum hjá Dickens stendur skrivað: ”Hann hevði samhug við teimum fátøku, teimum, ið líða, og teimum, ið eru kúgað; og við sínum deyða hevur heimurin mist ein av størstu rithøvundunum úr Onglandi."