Bjarni Arge

10.06.21

Navn: Bjarni Arge

Aldur: 30

Starv: Samskiftisráðgevi


Á náttborðinum liggja...

... tríggjar bøkur.

Vinaliga – brævaskiftið millum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen.

Vesten mod Vesten eftir Rune Lykkeberg.

Retorikkur eftir Aristoteles, sum Eilif Samuelsen hevur týtt til føroyskt.

Tað stuttliga við bókum á náttborðinum er, at eg lesi í stovuni. Tí eru hasar tríggjar forsømdar fyri tíðina, hóast allar eru spennandi á hvør sín hátt. Ein um poetiskt vinalag, ein um samfelagsligar rembingar og ein um grundleggjandi retorikk.


Eg elski at lesa...

Bøkur, sum geva nýtt samfelagsligt ella kensluligt innlit. Eg havi ikki nakra yndissjangru, men tað er altíð líka gevandi at kobla úr gerandisdegnum við eini bók, sum setur stóru spurningarnar um samfelagsskipanir og lívsførslu. Tað kann bæði vera í skaldsøguformi, yrkingaformi ella í kjakbók.

Mær dámar væl at seta spurnartekin við konformu tilveruna, og tað er nokk eisini tað, eg leiti eftir í eini bók. Hví eru vit, sum vit eru? Hvat er vakurt við tí, og hvat er ivasamt við tí?


Hevur tú eina yndisbók ella yndishøvund?

William Heinesen. Tað er sjáldan, at ein rithøvundur megnar so væl at seta orð á grundleggjandi spurningar. Tað er so tíðarleyst hjá honum. So vakurt og poetiskt.


Hvør bók stendur næst á ynskilistanum?
Om børn, træer, hvaler og andre, der har god tid hjá Williami Heinesen. Ein nýggj bók við higartil óútgvinum tekstum hjá honum. Forlagið skrivar, at tað er ein bók um at vera í verðini, um barndóm, aldurdóm og lívsverkið. Gleði meg at lesa, og hon skal nokk liggja í stovuni.