Beinir Bergsson: - Ein uppgerð við karikeraðu myndina av manninum

19.04.21

Beinir Bergsson gav fyri stuttum út sítt næsta yrkingasavn. Hann hevur verið á spennandi ferð í týskum og leggur í løtuni seinastu hond á sína serritgerð, har hann er í holt við at týða skaldsøguna Der Vorleser. Og ein dagin fekk hann ein forvitnisligan teldupost.


Um Sólgarður...

- Sólgarðurin er ein urtagarður hjá ommu og abba mínum í Sørvági. Tað er eitt friðskjól hjá familjuni. Tað er eitt rúm, sum tað hevur verið leitað til, tá ein vil hava frið. Tá ein ikki orkar meir. Eg var nógv í sólgarðinum sum barn. Tað var omma, sum røktaði garðin, og serliga vóru tað blómurnar, hon gekk upp í. Flest allar blómurnar í bókini vóru at finna í sólgarðinum.

- Sjálvt savnið er ein leitan, har eg havi kannað maskulinitetin og hugt nærri at, hvat tað er at vera maður. Tað er ein uppgerð við ta karikeraðu myndina av maskulina leiklutinum hjá manninum. Eg royni at lýsa, hvussu gerðirnar hjá manninum eisini kunnu vera bleytar.

- Tað hevur tikið mær fýra ár at skriva savnið. Tað hevur broytt skap fleiri ferðir, tí eg var ongantíð nøgdur við tað.


Um mínar útgávur...

- Eg havi einki givið út síðani í 2017, tá eg gav mítt fyrsta yrkingasavn út Tann lítli drongurin og beinagrindin. Tað var eitt savn við tekstum, sum eg hevði arbeitt við í sjey ár. Fyrra savnið fekk nógv rós men onki ummæli. Fólk tora illa at siga nakað negativt í Føroyum, haldi eg. Tað er sjáldsamt at fáa konstruktivan kritikk í føroyskum miðlum. Eg fann ongantíð útav, hvat riggaði og ikki.

- Hesaferð fór eg heilt øðrvísi til verka og fekk fólk at lesa savnið, áðrenn eg fór víðari við tí. Eg haldi sjálvur, at tað er meir búgvið. Har sum tað fyrra var meir spyrjandi, er hetta seinna meir búgvið og komið til sættis við støðuna.


Í løtuni arbeiði eg við...

- Í sambandi við endaligu ritgerðina á míni útbúgving í týskum eri eg í holt við at týða ein triðing av Der Vorleser eftir Bernhard Schlink. Kanska betri kend sum filmur við enska heitinum The Reader. Tað er gott at fáa faklig eygu uppá tað at týða.  Eg havi brúkt eitt ár uppá at týða hendan fyrsta triðingin av bókini. Eg valdi at týða Der Vorleser, tí mær dámar væl at arbeiða við samtíðarbókmentum, sum viðgera viðkomandi evni. Der Vorleser er ein týsk skaldsøga, sum gongur fyri seg í Týsklandi, og har tað verður tosað á gerandisligum týskum máli. Eg havi sjálvur búð í Týsklandi í tveimum umførum, tá eg tók eitt semestur í Berlin og eitt í Leipzig.

- Eg ímyndi mær, at hetta er ein bók, sum væl kundi verið nýtt á miðnámi. Tað er gott at hava føroyska útgávu at styðja seg við, tá ein skal læra seg upprunamálið. Eg havi sjálvur undirvíst 1. árs næmingum á universitetinum í Reykjavík í týskum í tvey ár. Eg ætlaði upprunaliga at gerast lærari og byrjaði á Læraraskúlanum í Havn, har eg vildi hava týskt á linju. Tað bar ikki til, so eg fór til Íslands at lesa týskt í staðin.


Ein stuttlig uppgáva:

- Ein dagin fekk eg ein teldupost frá einum grikskum forlagi. Tey arbeiddu við einari verkætlan um at týða verk eftir ung listafólk, og vildu hava meg at hjálpa við arbeiðinum. Mín uppgáva var at finna fram yngri føroyskar yrkjarar, sum eg so týddi til enskt, og tey týddu so víðari til grikskt. Endin var, at savnið varð týtt til bæði íslendskt og grikskt. Eg skuldi havt verið við á ráðstevnu í Athen, har savnið varð lagt fram, men tað var avlýst vegna korona.

- Sólgarðurin verður eisini týddur til grikst. Vónandi verður tað næsta týskt ella enskt.


Eg droymi um...

At kunna liva av at skriva. At arbeiða sum týðari, lærari og kanska ferðaleiðari. Ætlanin er at søkja inn á Ritlist á Setrinum. Eg kenni, at eg havi meir at geva við mínari skriving. Eg føli ikki, at eg kann liva uttan at skriva. Eg skrivi ikki hvønn dag, men eg hevði ikki skrivað, um eg ikki kendi, at tað var avgerandi neyðugt.