Bank Nordik stuðlar Føroyar lesa við bókagávu

BankNordik vil fegin stuðla góða endamálinum við átakinum Føroyar lesa, sum varð skotið í gongd í heyst. Í hesum sambandi hevur BankNordik gjørt av at lata øllum skúlabørnum í landinum eina bókagávu til jóla, við tí endamáli at fáa børn og ung í Føroyum at lesa meira.

Bøkurnar fara í hesum døgum út á allar skúlar kring landið, har allir næmingar úr forskúla til 10. flokk fáa eina bók, sum hóskar til aldursbólkin.


- Átakið Føroyar lesa samsvarar væl við virðisgrundarlagið hjá BankNordik, ið millum annað leggur dent á læring. Tí gleðast vit um at vera við til at skapa karmar fyri góðum lesivanum hjá børnum og ungum í Føroyum, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.


Føroyar lesa eru sera fegin um gávuna, tí hetta er nakað, sum ger mun. Ein niðurstøða í lesivanakanningini frá 2017/18 var nevniliga, at tað hevur sera stóra ávirkan á lesitíttleikan hjá børnum og ungum, um bøkur eru tøkar hjá teimum at lesa ella ikki. Kanningin vísti, at tey, ið eiga nógvar bøkur við hús, hava lyndi til at lesa meira enn tey, ið eiga fáar. Við hesi bókagávuni frá BankNordik fáa øll børn og ung betri fortreytir at lesa meira á jólum.


Bókagávan er eisini ein gyltur møguleiki at stimbra lesingina í skúlanum, tí allir næmingar í hvørjari skúlastovu í landinum fara at eiga eitt eintak av somu bók. Hetta gevur hvørjum flokki møguleika at kava niður í bøkurnar saman í desember og at seta hol á lesingina, soleiðis at næmingarnir sjálvir kunnu halda fram at lesa í jólafrítíðini.


BankNordik og Føroyar lesa vóna, at bókagávan fer at skapa lesigleði millum børn og ung á jólum.

1/0

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo