Bókabýtisskáp

30.08.20

Nógvastaðni eru fólk farin undir at seta skáp, smáar smáttur, boksir og kassar av ymiskum slagi upp, har tey leggja brúktar bøkur í, til øll at fáa sær. Hugskotið er, at tú leggur eina bók í, sum tú hevur lisið, og fært tær eina bók, sum onkur annar hevur lagt har. 


Hesi bókabýtisskápini síggjast nógvastaðni uttanlands; á eini gongubreyt kanst tú renna teg í eitt slíkt skáp – ella eina gamla telefonboks, sum er full við bókum. Summastaðni hava fólk gjørt sær slík skáp í bilhúsinum, og so koma fólk í grannalagnum inn at leggja bøkur í og fáa sær eina við.


Sum skilst eru tað privatfólk, ið hava tikið stig til bókabýtisskápini; onkustaðni í Danmark eru tað eisini kommunur. Hetta hevur nógvastaðni vundið upp á seg, og fólk hava tikið væl undir. At bøkurnar eru brúktar og mangan væl lisnar, ger tað bara stuttligari, ikki minst um onkur hevur skrivað okkurt í, ella tú finnur eitt handskrivað bræv ella eina mynd í.


Eru slík skáp í Føroyum? Tit eru vælkomin at siga okkum frá, so vit kunnu gera vart við hesi.