At lesa fyri børnum gevur lesihug

16.09.20

Hvussu nógv lesa vit í Føroyum fyri børnum okkara? Tað vita vit ikki, tí eingin kanning er gjørd júst av tí spurninginum. Mangan samanbera vit við donsk viðurskifti; Danmarks Biblioteksforening hevur júst almannakunngjørt eina kanning, sum vísir, á hvønn hátt vaksin kunnu eggja børnum, frá tí tey eru heilt lítil, at lesa. Í kanningini kemur fram, at 26% av foreldrum lesa hvønn dag fyri børnum sínum, meðan 71% lesa av og á.


58% av teimum foreldrunum, sum hava foreldur, ið hava lisið fyri teimum, tá ið tey vóru lítil, lesa fyri børnum sínum í dag eina ferð um vikuna ella oftari; samanborið við foreldur, sum ikki hava havt foreldur, sum hava lisið fyri teimum, eru tað bara 38%, sum lesa fyri børnum sínum eina ferð um vikuna ella oftari.

- Kanningin váttar tað, sum áður er skjalfest, nevniliga, at gert tú munadygg átøk at fáa børn og ung at lesa, so hevur tað nógv at siga fyri lesihugin, tá ið tey eru vorðin vaksin. Skulu vit fremja lesihugin hjá børnum og ungum, krevur tað, at tey vaksnu, sum eru um børnini í skúlum, frítíðarskúlum og familjum tilvitað gera av at eggja til at lesa og styrkja lesimentanina. Tá er tað at lesa fyri børnum sera gott. Á bókasøvnunum royna vit alla tíðina at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu skapa lesihug – eisini fyri teimum, sum ikki eru von við bøkur heima. Tí eru vit fegin um, at mentamálaráðharrin hevur sett pengar av til tiltøk, ið hava til endamáls at skapa lesihug og lesifelagsskap fyri øll, sigur Steen Bording Andersen, formaður fyri Danmarks Biblioteksforening.


Átakið ”mentan fyri øll” hevur til endamáls at fáa tey við, sum ikki eru von at lesa, eitt nú tey, sum ikki síggja bókasavnið sum eitt stað at vera fyri tey og síni.

Nýggja danska kanningin vísir, at 20% av øllum bókasavnsvitjanum fer fram á barnabókasøvnum. Bókasøvnini hava tí ein týðandi leiklut at skapa og menna hug og fatanina hjá børnum at lesa, til bókmentir og vitan.


- Í Danmarks Biblioteksforening varpa vit ljós á lesihugin hjá børnum; aðrar kanningar vísa tíverri, at hugurin hjá børnum at lesa minkar, tá ið tey koma í 4.-5. flokk. Tá fáa sosialu miðlarnir og annað hægri raðfesting í frítíðini hjá børnum. Tá ið vit vita, at lesing eisini gevur góðar upplivingar og styrkir evnini at hugsavna seg og til empati, er tað umráðandi, at vaksin taka ábyrgd og syrgja fyri at geva børnum og ungum góðar grundir at lesa øll barna- og ungdómsárini, sigur Steen Bording Andersen.


Fakta


  • 26% siga, at tey lesa fyri børnum sínum dagliga

  • 57% siga, at tey lesa fyri børnum sínum vikuliga

  • 59% siga, at tey høvdu viljað, at tey lósu meiri fyri børnum sínum, enn tey gera

  • Kanningin var gjørd í mai-juni í ár; 1505 fólk eldri enn 15 ár um alt Danmark tóku lut.


Les meira um kanningina her: https://www.db.dk/hoejtlaesning-giver-laeselyst