Arnfríð Lützen

21.10.20

Navn: Arnfríð Lützen

Aldur: 37

Starv: Skrivstovufólk á Býarbókasavninum


Á náttborðinum liggja...

Eg havi nakrar bøkur liggjandi á náttborðinum. Í løtuni lesi eg Móðurmjólk eftir Nora Ikstena og 1984eftir George Orwell. Eg má finna mær eina góða krimi at lesa. Eri júst liðug við DNA hjá Yrsa Sigurðardóttir. Ein góð krimi má liggja á náttborðinum.


Eg elski at lesa...

Eg elski at seta meg við einari bók eftir ein strævnan arbeiðsdag, tá eg endiliga kann seta meg við beinunum hægst og bara slappa av og njóta løtuna. Ella við morgunmatarborðið ein leygarmorgun afturvið einum deiligum kaffimunni og góðum selskapi. Dóttir mín situr ofta við mína lið, henni dámar eisini sera væl at lesa. Í seinastuni eru bøkurnar hjá henni tó skiftar út við skúlabøkur. Tað minnir meg ofta um tíðina, tá eg las fyri dóttrini sum barn. Tað var besta tíðin á degnum, tá vit funnu eina góða bók fram og ballaðu okkum undir teppinum. Hendan samveran við barninum, har tú ert við til at skapa eitt nýtt univers og bara vera til staðar við barninum. Tað finst ikki nakað betri. Og nú fleiri ár seinni sita vit við hvør sínari bók og lesa.


Eg lesi mest skaldsøgur, men eg lesi eisini yrkisbøkur um alskyns evni. Í seinastuni havi eg lisið nógv um veðurlagsbroytingar, plastdálking og endurnýtslu. Tað er rættiliga áhugavert og spennandi at fara í dýpdina um ymisk evni, har tú samstundis fært møguleika at fylgja við í kjakinum um, hvussu farast skal fram framyvir. Av tí at eg arbeiði á Býarbókasavninum, er tað deiliga lætt hjá mær finna fram tilfar, sum eg havi hug at lesa, og tað er fantastiskt.


Hvørja bók vilt tú viðmæla?

Har eru nógvar áhugaverdar bøkur, sum eg kundi nevnt. Men ein bók, sum var heilt serlig at lesa, var bókin Rugbreyð við skinku eftir Charles Bukowski. Ein ótrúliga fangandi og áhugaverd bók. Hansara skrivistílur er so erligur og ráður og gjørdi, at eg fekk næstan ikki lagt bókina frá mær aftur. Hon setti seg veruliga.


Dóttirin ognaði sær skaldsøguna Ikki fyrrenn tá eftir Oddfríð Marna Rasmussen, ið hon skuldi brúka í sambandi við skúlan. Tá hon var liðug at lesa hana, gekk ikki long tíð, áðrenn eg fór í holt við hana. Ein sera innilig, rørandi og væl skrivað bók. Eg havi arbeitt sum hjálparfólk á eini demensdeild í nøkur ár, og har vóru nógv ting, sum eg kendi aftur frá arbeiðnum. Eg má siga, at tá feldi eg nøkur tár.


Hevur tú eina yndisbók ella yndishøvund?

Eg havi ikki nakran yndishøvund sum so. Men Heðin Brú er heilt serligur, havi lisið ymiskt hjá honum í sambandi við skúlan, og tað er altíð ein fragd at lesa hansara verk.

Men skal eg nevna ein góða bók, sum eg kann viðmæla, so er tað To kill a Mockingbird eftir Lee Harper.


Hvør bók stendur næst á ynskilistanum?

Har eru nógvar bøkur, sum standa á listanum eftirhondini. Eg havi sett mær fyri at lesa meira ævisøgur, og Min historie hjá Michelle Obama havi eg leingi ætlað mær at lisið, so hana ætli eg mær at lesa innan stutta tíð.


Skaldsøgurnar Skyggedanseren og Dødevaskereneftir Sara Omar standa eisini ovarlaga á mínum lista í løtuni. Eg hevði ætlanir um at fara til tiltakið við Sara Omar í Norðurlandahúsinum, men tað varð beinanvegin útselt. Hevði annars verið áhugavert at hoyrt hana siga frá sínum bókum, ið viðgera viðkvom evni sum kríggj, harðskap ímóti kvinnum og børnum, kvinnukúgan o.a.


Og so má nýggja yrkingasavnið Rakkaljóð eftir Jóanes Nielsen eisini fáa eitt pláss á mínum top 3 lista.