Komið og lesið saman

08.11.21

Mánadagin 15. november fara vit at lesa saman. Bæði saman við okkara vinum, starvsfeløgum og ikki minst okkara norðurlendsku vinum. Komandi vika verður nevniliga Norðurlendsk Bókmentavika, og evnið í ár hevur fingið heitið “Dreymar og longsil í Norðurlondum”.


Í komandi viku fer árliga Bókmentavikan av bakkastokki. Tiltakið, sum hevur verið fyriskipað síðani í 1997, hevur sum endamál at sameina norðurlendingar um útvald verk. Norðurlendsku verkini verða týdd yvir í hini norðurlendsku málini, soleiðis at verkini egna seg til upplestur.


Bøkurnar, sum í ár eru valdar at lesa, eru barnabókin Perlufiskarin eftir finsku Karina Erlandsson og skaldsøgan Katrin eftir álendsku Sally Salminen.


- Bøkurnar verða á hvørjum ári valdar út frá einum evni, sum nevndin hevur valt. Hesaferð fall valið á undantaksstøðuna í sambandi við koronakreppuna, og tí fekk evnið heitið “Dreymar og longsil í Norðurlondum”, greiðir Marjun Patursson, samskipari vegna Norrøna Felagið í Føroyum, frá.


Undanfarin ár hava tríggjar bøkur verið valdar út. Umframt barnabókina og bókina til vaksin, hevur ein barnabók til yngri børn verið vald út. Orsakað av sparingum, er bókin til yngsta aldursbólkin spard burtur, og í staðin er barnabókin ætlað børnum frá á leið 9 ára aldri.


- Hetta er harmiligt, men vónandi kemur barnabókin til tey yngru aftur á listan komandi ár. Vit vóna, at dagstovnar og onnur nýta hetta høvi til at lesa eina hóskandi bók upp saman við børnunum kortini.


Eina holu til søguløtuna?

Perlufiskarin eftir finsku Karina Erlandsson er týdd úr svenskum og varð útgivin av Bókadeild Føroya Lærarafelags í 2020. Bókin snýr seg um gentuna Mirandu, sum finnur tær vakrastu perlurnar á havbotninum. Hon fer at leita eygnasteininum, sum er tann virðismiklasta perlan á havsins botni, men hon er ikki einsamøll um at vilja finna eygnasteinin.


Katrin hevur fleiri ár á baki. Katrin kom út á svenskum í 1936 og snýr seg um Katrina, sum kennir seg snýtta av manninum, Jóhan, ið lokkaði hana til at gifta seg við sær við at lova henni eitt lív í marglæti. Hon fær tó annað at síggja við einum manni, sum lítið leggur í hana, og sum í staðin letur hana taka sær av børnum, húsi og garði, meðan hann er til skips. Sally Salminen varpar við skaldsøguni um Katrina ljós á tilveruna hjá kvinnuni, og hvat ein kvinna kann loyva sær at krevja av lívinum. Bókin varð eftir stuttari tíð týdd yvir í fleiri enn 20 mál.


Tankin við Norðurlendsku bókmentavikuni er, at øll lesa tað sama samstundis. Tí verður lagt upp til, at skúlar og bókasøvn lesa mánamorgunin, meðan vaksin lesa um kvøldið. Tó stendur tað øllum frítt at skipa sína samlesing hesa vikuna. Um tað hóvar einum arbeiðsplássi at lesa afturvið kaffisteðginum fyrrapart, skulu tey vera vælkomin til tað. Lagt er eisini upp til, at skúlaflokkar og arbeiðspláss gera eitt sindur burturúr søgunum við at tosa um tekstirnar aftaná. Til ber eitt nú at lesa saman við øðrum norðurlendskum flokkum, at skipa fyri rithøvundavitjan ella at fáa í lag eitt prát um, hvat norðurlendskt er. Dentur verður lagdur á at gera tað hugnaligt at lesa. Byrja til dømis við at draga gardinur fyri, legg koddar fram og lat kanska næmingarnar byggja sær holur at sita í, meðan  tey sita við lummalykt og lurta?


- Tiltakið er ókeypis og óbindandi, men tað er neyðugt at melda til fyri at fáa fatur í tekstunum. Tað er ein stór hjálp hjá okkum at síggja, hvussu stór undirtøkan er, og so eru øll jú vælkomin at senda okkum myndir frá sínum lesiløtum.


Til ber at melda til og at lesa meir um Norðurlendsku bókmentavikuna á hesum leinki.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo