- Vit sita púra stillar og lurta

Hvørt týskvøld hittist ein bindiklubbur í Klaksvík. Tað hava tær gjørt trúliga í 54 ár. Men tað eru ikki bara stokkar og prát, tær gleða seg til í hesum bindiklubbanum. Hvørt týskvøld verður eisini lisið.

Tað er týskvøld eitt myrkt og vátligt heystarkvøld í Klaksvík. Á Vágsheygnum er tað eisini bindiklubbakvøld, sum tað hevur verið hesi seinastu 54 árini, tá tær sjey kvinnurnar hittast við stokkum. Men tað er ikki tað einasta. Ein fastur táttur í hesum sjáldsama bindiklubba, er upplesturin.


- Vit trongdu til okkurt nýtt. Tá ein hevur hildið saman so leingi, sum vit hava, hevur man tosað um stórt sæð alt, greiða tær flennandi frá.


Av sær sjálvum kom tað so í lag, at Katrin, tann eina av bindikonunum, fór at hava eina bók við hvørt kvøld, sum hon las upp úr.


- Tað er so deiligt. Vit sita púra stillar og lurta.


Hetta illveðurskvøldið verður lisið úr Dagbók hjá Peri í Rituvík um niðursetufólkini í Rituvík. Katrin lesur, sum vant, og hinar sita sum í andakt. Av og brýtur onkur av við eini viðmerking til okkurt navn, sum hon kennist við, og onkur minnist onkra hending. Annars hoyrist bert glintið frá stokkunum.


- Tað riggar best at lesa stuttsøgur. Vit hava lisið Deyðin fer í bindiklubb, sum var óføra góð, men tað riggar ikki so væl at lesa sum framhaldssøgu, tá tað gongur ein vika í millum. Tá er betri við stuttsøgum ella bókum við styttri tekstum sum hesum.


Kvinnurnar í bindiklubbanum eru í aldrinum 74-85 ár. Gjøgnum árini hava tær upplivað mangt. Tær hava ferðast nógv saman uttanlands, og menninir eru altíð við. Teir eru eisini við í bindiklubba, tó ikki við stokkum, men teir koma trúliga at heinta konurnar og at fáa sær ein drekkamunn saman.


Prátið gongur eina løtu um, hvat Katrin skal lesa næstu ferð, nú bókin um Per í Rituvík er liðug. Tær koma ásamt um Stríðsárini eftir Niels Juel Arge.


- Har eru nógvar góðar søgur í.


1/2

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2020 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo