- Tað er lætt at blogga um nakað, sum tú brennur fyri

17.02.22

Bókablogging er væl umtókt á sosialu miðlunum, og ein, sum hevur kastað seg út í bókablogging, er Barbara Beatrice Davidsen, sum stendur aftan fyri vakra bloggin, HyggeLitt. Vit hava spurt Barbaru um lívið sum bókabloggari, og hvørji ráð hon hevur til onnur, ið droyma um at blogga um bøkur. 


Hví byrjaði tú at blogga um bøkur?

Mær manglaði at hava ein felagsskap til bøkurnar, eg lesi. Eg kenni fá fólk, sum lesa nógv, og tí er tað sjáldan, at eg lesi somu bøkur sum hini. Tað er avmarkað, hvussu nógv ein kann tosa um eina bók, sum vinfólkini ikki hava lisið ella ikki brenna fyri. So bloggurin og Instagram er eitt forum, har eg sleppi at tosa um bøkur uttan at troytta tey nærmastu ov nógv. Her brenna fólk minst líka nógv fyri bókunum sum eg, og tað er sera motiverandi fyri meg. Eg havi ongantíð lisið so nógv, sum síðani eg byrjaði uppá bloggin.

Harafturat hevði eg eitt ynski um at fáa samband við rithøvundar og forløg. Í dag verði eg boðin til tiltøk sum fjølmiðlafólk, og eg haldi tað vera sera stuttligt at fáa høvi at hitta rithøvundar. Teir eru mínar rokkstjørnur so at siga.

Eg ynski eisini at útgeva mínar egnu søgur, og bloggurin er eitt gott høvi at tosa um tankar um mínar søgur, áðrenn eg verið klár til at fortelja mínum nærmastu um tær.


Hvussu fórt tú í gongd við at gera sjálvan bloggin?

Eg brúkti Google og Youtube. Eg valdi at gera mína heimasíðu við Wordpress, sum helst var tað mest útbreidda, tá ið eg byrjaði. Wordpress er sera brúkaravinaligt, og tað er lætt at gera eina vakra heimasíðu við Wordpress.

Tá ið eg byrjaði í 2017, var bókablogging við at gerast stórt í Danmark, og hetta gekk fyri tað mesta fyri seg á Instagram. Mær dámdi eisini væl estetikkin og formatið á Instagram, og tí havi eg tað mesta av mínum virksemi har.

Annars fall tað mær nokkso nátúrligt. Tað er lætt at blogga um nakað, sum tú brennur fyri, haldi eg.


Hví eitur hann HyggeLitt?

Eg royndi at hyggja eftir og fáa íblástur frá øðrum bloggarum, sum mær dámdi væl, t.d. litfix, bibliotekat og bookmeupscotty og royndi at finna mær eitt serkent navn, sum ikki longu varð tikið. Tað skuldi m.a. rigga væl hjá forløgum og rithøvundum at brúka í teirra miðling. Eg haldi, at HyggeLitt fangar huglagið á blogginum og Instagram hjá mær nokkso væl. Míni ummæli eru komin á baksíðuna á nøkrum bókum, og eg haldi, at tað riggar heilt væl.

Eg byrjaði at blogga á enskum, men havi skift til danskt. Forløgini, ið senda mær bøkur, eru donsk, og tey flestu tiltøkini, eg eri við til, eru í Danmark. Haraftrat skrivi eg sjálv søgur á donskum. Bókablogging er vorðið veldiga stórt kring heimin. Hetta sæst millum annað, tá bókahandlar gera framsýningar við bókum, ið eru væl umtóktar á sosialu miðlunum t.d. TikTok (#BookTok). Men tað er vorðið so stórt, at eg fekk tørv á at velja nakað okkurt frá og hugsavnað meg um eitt minni økið. Við í staðin at fokusera á norðurlond verður tað meira intimt. Tað danska netverkið av bókabloggarum og rithøvundum er stórt, men ikki størri enn at tað ber til at koma at kenna tey persónliga og at hittast til somu tiltøkini.


Les eisini: Tí skalt tú lesa hvønn dag


Hvussu velur tú bøkur út til bloggin?

Sjangrurnar, eg ummæli, eru: Bøkur um ung, sum møta verðini við eksistentiellum temum og stórum kenslum eisini nevnt Young adult (YA), fantasy og psykologiskar skaldsøgur. Eg kann eisini finna uppá at taka eina grafiska bók ella eitt yrkingasavn upp. Eg skal hava eina kenslu av, at tað er ein seriøsur rithøvundur og eitt forlag, ið hevur lagt neyðugu orkuna í at fáa bókina góða. Og so skal søgan hava nakað uppá hjarta. Tað veit ein sjálvandi ongantíð við vissu, áðrenn ein byrjar at lesa, men ein kann fáa eina góða kenslu av tilfarinum, tá ið ein tosar við forlagið ella rithøvundin um bókina.

Eg vil eisini gjarna stuðla norðurlendsku bókavinnuni, serliga smærri forløgum ella debutantum. Tað kann vera torført hjá smærri forløgum at røkka lesarunum, og nakrar av teimum bestu bókunum, eg havi lisið, eru søgur, ið eg ikki hevði varnast, um eg ikki var bloggari, tí tað er torført at vera sjónlig, um ein ikki er ein av teimum stóru spælarunum. Eg vil gjarna geva teimum smáu meira pláss, um eg kann. Ofta tora tey smærru forløgini í størri mun at satsa uppá nýggjar rithøvundar og at eksperimentera eitt sindur meira.


Hvørji ráð hevur tú til onnur um at blogga um bøkur?

Tey vanligu ráðini eru, at tú skalt velja tær ein stíl, eitt orðalag og eina sjangru, sum skal eyðkenna tín profil. Tað er t.d. stórur munur á profilum, sum blogga um krimibókur samanborið við barnabøkur. Gott er at leggja myndir út av tær sjálvari, soleiðis at fylgjarar kunnu seta eitt andlit á bloggin, sum ger hann meir persónligan. Harafturat er eitt gott ráð at leggja tilfar út javnan – helst nakrar ferðir um vikuna og at vera opin um teg sjálva og títt lív.

Eg dugi tó ikki altíð at fylgja hesum ráðunum sjálv. Eg haldi, at tað, sum heldur í longdini, er at gera tað, sum tú heldur vera stuttligt – hóast tað kanska kostar fylgjarar. Eg havi fleiri ferðir endurskoðað, hvussu eg brúki HyggeLitt og eitt, sum eg kundi hugsa mær at gjørt meira av, er at bjóða rithøvundum og forløgum at skriva greinar til bloggin. Sum heild kundi eg hugsa mær at arbeitt meira við innihaldi og at tryggja, at fylgjarar fáa nakað burturúr við at fylgja mær.

Um eg skal geva nøkur persónlig ráð, vil eg siga, at ein skal fylgja teimum persónunum ella profilunum, sum ein sjálvur heldur gera eitt gott arbeiði og at blogga um bøkur í somu sjangru sum tú. Tað er gott at brúka tíð uppá at hyggja eftir øðrum bloggum, viðmerkja og at deila. Hugsa eisini um, hvussu tú kanst gera tað stuttligari hjá tínum fylgjarum t.d. við kappingum, lutakasti, greinum v.m.

Ger tær greitt, hvat endamálið er við blogginum. Hjá mær er tað online felagsskapurin og ynskið um at halda lív í bókini.


Um:

Navn: Barbara Beatrice Davidsen

Aldur: 29

Útbúgving: Verkfrøðingur

Starv: Verkætlanarleiðari

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo