Ása Ellefsen

Hvat er ein góð týðing?

Ein góð týðing megnar at vera trúgv móti upprunabókini. Her hugsi eg um sjálvt málið, stílin, huglagið og tekstaslagið, ja, um heildina. Eru nøkur serlig ella sjáldsom orð, sum skulu finnast? Hvat ynskti høvundurin at fortelja, og hvussu? Alt hetta skal kunna lesast í týðingini fyri at hon skal vera góð.


Hvør bók, sum tú hevur týtt, hevur serliga fest seg?

Eg havi hug at nevna tvær bøkur: Dámar "hata horuna", sum er svensk ungdómsbók eftir Johanna Nilsson, sum kom á føroyskum í 2013. Hetta er ein av teimum fyrstu bókunum, sum eg týddi, og hon hevur eitt rættiliga grovt mál. Tá var gott at kunna brúka ommubørnini fyri at finna tey røttu, nútíðarhóskandi orðini, og hesum hava vit mangan flent at síðani.

Hin bókin er Drápsmansapan eftir svenska Jakob Wegelius. Bókin er frá 2014 og kom á føroyskum í 2016. Hendan søgan gjørdi stórt inntrykk við øllum teimum serligu menniskjunum og teirra lívi. At ein apa er høvuðspersónurin, ger ikki søguna minni spennandi. Bókin fer fram í Lissabon og í Eysturlondum, og hugflogið hevur eingi mørk. Eisini myndprýðir Wegelius sjálvur bókina við sera flottum tekningum. Ta bókina gjørdist eg serliga góð við, og tí var tað eisini stuttligt at hitta høvundin í Norðurlandahúsinum, har hann vitjaði til Bókadagarnar í 2016.


Hvørjum leggur tú teg eftir, tá tú týðir, og hvat er mest avbjóðandi?

Eg leggi meg eftir at fanga tað huglagið, sum høvundurin hevur fortalt í. Eisini leggi eg meg eftir at skapa eitt flótandi føroyskt mál og at finna tey røttu orðini og orðingarnar, so at tann neyvi týdningurin verður varðveittur, samstundis sum eg miði eftir, at børn og ung skulu tíma at lesa bøkurnar.


Hvørja bók týddi tú seinast, og týðir tú nakra nú?

Seinasta bókin eg týddi, var Málverjin og havið eftir norska høvundin Maria Parr. Bókin er akkurát komin út á føroyskum. Nú eri eg í holt við Følsku rósuna, sum er triðja bókin, eg týði eftir Jakob Wegelius. Hinar báðar eru Ótrúliga søgan um Sally Jones og Drápsmansapan.


Hví týðir tú bøkur?

Eg havi stóran áhuga fyri tungumálum, bæði fremmandamálum og serliga føroyskum. Eg hugsi nógv um málburð og um, hvat eitt gott mál er. Sum fyrrverandi lærari í føroyskum í fólkaskúlanum veit eg, hvussu stóran týdning tað hevur, at børnini kunnu lesa góðar søgur, og tað styrkir jú eisini málið hjá børnum at lesa nógv á móðurmálinum. Tí bjóðaði eg meg fram at týða fyri Bókadeildina fyri umleið 10 árum síðani, og hetta havi eg ikki angrað. Tað er stuttligt og spennandi at týða.

1/0

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo